munurin var so stórur, og næstan eingin tíð var eftir. Kortini fingu bæði liðini tíð til at fáa eitt mál afturat, so endaliga úrslitið gjørdist 6-2 til B36. Fyrst fekk John Petersen fótin á eitt innlegg úr høgru [...] B36 kom leikandi lætt til sín fyrsta sigur í landskappingini 1998, tá sumbingar vórðu sendir suður aftur við einum 2-6 ósigri. Serliga í fyrra hálvleiki vísti B36 seg frá síni allarbestu síðu, og áðrenn [...] gott pláss og góða tíð, eftir at John Petersen fyrst hevði roynt seg. Eirikur skaddur Tað hoyrir við til samlaðu myndina, at Eirikur Joensen noyddist skaddur av vøllinum longu í 4. minutti, og restina av
FS Vágar hevði leygardagin vitjan av oddaliðnum í 2. deild, HB, og liðini fingu eitt stig í part burtur úr dystinum. Sum heild var javnleikurin á góðari leið. Tað var ikki nógv veiggj í dystinum, og hvørki [...] hann hevði rikið úr vinstru síðu inn móti miðjuni, og bólturin smeyg sær inn dygst úti við stongina til 1-1. FS Vágar flutti niður úr bestu deildini í fjør, men í Vágunum rokna teir tað ikki sum nakra katastrofu
Tað er fólkagrundarlagið stutt sagt ikki nóg gott til í løtuni. Men liðið eigur at megna at halda sær uppi í næstbestu deildini, um hugur og vilji er til tess. Eftir sigurin á B36 komu teir av aftasta plássinum [...] Tórálvur Jacobsen slapp at standa púra leysur framman fyri málinum hjá sundalagsmonnum, og hann skoraði til 1-0. Felagsliðið hevur ikki tað nógva fólkið at taka av í ár. Fleiri av monnunum sigla úti og eru sostatt [...] í netið. EB/Streymur var í 1. deild í 1994, men steðgurin í bestu deildini var ikki langur. Teir fingu skavað sær sjey stig saman á heimavølli, men taptu allar útidystirnar rættiliga sannførandi, m.a.
nøgdir fara langa túrin norður aftur til Klaksvíkar. Eftir tveir javnleikir fingu teir hesa ferð øll trý stigini, og nú vóna teir, at ferð fer at koma á, so munurin upp til HB ikki fer at vaksa enn meira komandi [...] fylgdi honum og ætlaði at skerma hann av út til málspark, men ein klaksvíkingur slapp ímillum og prikaði hann útfrá aftur. Har kom Harley Bertholdsen, sum smekkaði til, og Magni Hentze hevði ongan livandi kjans [...] dystinum. 3-1 til KÍ, og slagið var tapt hjá TB. Vit taka tað róligt Men hóast teir taptu slagið, er kríggið hinvegin júst byrjað, og hóast liðið av Tvøroyri nú liggur niðast, er eingin orsøk til fjáltur á
ini til góðar, men avrikið hjá honum í dystinum leygardagin hevur eftir øllum at døma ikki ligið aftan fyri tað hjá nøkrum øðrum, og í einum av fjølmiðlunum varð hann fyri fyrstu ferð úttikin til »Ukens [...] linligur í fyrra hálvleiki, men aftan á steðgin kom ferð á, og áskoðararnir fingu fimm mál. Fyrst skoraði Harald Solberg til 1-0 og 2-0 fyri Kongsvinger í ávikavist 53. og 71. minutti, áðrenn Vålerenga [...] landsliðsspælaran hjá sær til henda dystin, um hann verður úttikin. Tað er ein eitt sindur keðilig støða at vera í, men altjóða fótbóltsviðtøkurnar siga, at eingin venjari hevur rætt til at forða nøkrum av sínum
møguleikarnar, tá teir fóru í skjótálop. Tann størsta fingu teir, tá Bárður á Lakjuni, sum var ytstur í vinstru og ofta var frammi við í álopunum, legði innfyri til super vandamikla pólverjan Mariniak. Hesin gjørdi [...] besta liðnum í landskappingini. Hóast B68 hevði bóltin nógv í 2. hálvleiki, so spældu teir seg ikki til so nógvar upplagdar møguleikar. Andréy Stakhánov hevði bestu royndina úr 16 metrum miðskeiðis í 2.
stríputu, tá teir fóru at hvíla seg, tí fyrri partur av setninginum var avgreiddur til lítar. Og bæði orka og sjálvsálit fingu eina tonn afturat rætta vegin, tá miðvallarin John Eystberg setti hol á lítið korter [...] seinna umfarið. Skjótt álop í vinstru endaði við fløtum skrábólti aftur til miðvallaran, sum staddur um brotsteigarmarkið smekkaði til, og bólturin sat dygst undir tvørtrænum í mótsatta borði. Fagnaður á [...] men teir fingu einki burturúr. Ístaðin økti VB, sum hevði ein skaddan Birgir Jørgensen sitandi á bonkinum, tíggju minuttir seinni. Innskifti Mikael í Lágabø gjørdist leysur í høgru, hann sendi til handara
og fyri hálvleik skoraði hann til 2-2, eftir at Sørin Petersen, ið tíðliga var komin á vøllin fyri ein skaddan Ólav Kjølbro, hevði sent út frá baklinjuni, og hann økti til 4-2 uppá brotsspark, eftir at [...] møguleikar, bjargingar á strikuni, brotsspark, og skiftandi trýst á bæði málini var tað, áskoðararnir fingu serverað. Stóri málslúkurin hjá heimaliðnum var Allan Joensen. Hann man vera ein tann stinnasti spælarin [...] hann er plágaður av skaða í beininum. Skaðanum er hann ikki sloppin frá, og tað ber honum langtfrá til at spæla við fullari ferð. Men hugurin er góður, og leygardagin treiskaðist hann og hjálpti liðfeløgunum
helmaðu ikki í fyrr enn síðst í juni. Í 97 fingu teir sild fyrst í mai og fiskiskapurin endaði miðjan juni, og nú vit eru komin um miðjan mai hevur einki verið avreitt til Havsbrún í Fuglafirði, so tað er einki [...] vindur og veður ávirka hana, og ætið hevur eisini sína ávirkan á, hvussu nógv er til og ikki, og tað sum vit higartil hava sæð til ætið í sildini hevur ikki givið nøkur góð tekn, sigur Bergur Poulsen. Góð 50 [...] rávøru tilsamans higartil í ár, har meginparturin er svartkjaftur. Bátarnir hava einki annað at fara til og roynt verður tí eftir svartkjafti, meðan bíðað verður eftir sildini.
eins og undanfarin ár heitt á, eitt nú, ítróttarfeløg og eigarafeløg um at hjálpa til við ruddingini og tað sær út til at verða ein skipan sum virkar eftir ætlan. Tórleif Dalsgaard, sum vegna kommununa [...] náttúruni, sum var latið brennistøðini. Tórleif Dalsgaard sigur, at húskini í høvuðsstaðnum nýta høvið til at rudda kjallaran og loftini - kanska tí tey halda tað er einasti møguleiki at sleppa av við ruski [...] longur. Almenni ruddingardagurin í høvusstaðnum verður hildin hvørt ár í mai mánað, so tað er nossligt til summarið. Dagurin verður hildin í mai - áðrenn gróður av álvara kemur í, tí annars er vandi fyri at