FS Vágar hevði leygardagin vitjan av oddaliðnum í 2. deild, HB, og liðini fingu eitt stig í part burtur úr dystinum.
Sum heild var javnleikurin á góðari leið. Tað var ikki nógv veiggj í dystinum, og hvørki av liðunum høvdu nógvar málmøguleikar.
Heimaliðið tók leiðsluna, tá bólturin varð sendur innfyri úr vinstru síðu. Hann fór allan vegin framvið málinum, men á baklinjuni stóð Rodmund Rasmussen og skallaði innfyri aftur, har John Johansen kom og setti fótin á hann.
Leiðslan hjá vágamonnum helt kortini bert í tveir minuttir. Tá royndi Hartvig Joensen seg við einum langskoti, eftir at hann hevði rikið úr vinstru síðu inn móti miðjuni, og bólturin smeyg sær inn dygst úti við stongina til 1-1.
FS Vágar flutti niður úr bestu deildini í fjør, men í Vágunum rokna teir tað ikki sum nakra katastrofu, um teir ikki flyta upp aftur í ár, hóast tað er málið.
Nógv ungt fólk er á liðnum, sum sostatt hevur tíðina fyri sær, um teir megna at halda upp á fólkið, teir hava nú.
HB er væl fyri við fólki í ár, og í løtuni eigur havnarfelagið oddaliðið í bæði 1. og 2. deild.