í september, tá ein gandakendur vakurleiki smeyg sær um reynið við gomlu hvítu kirkjuni. Inn eftir gólvinum kom brosandi brúðarparið við 20 smáum brúðarbørnum í hølunum. Brúðurin sum ein gátufør álvadrotning [...] heilt serligt pláss í hjartanum hjá Guðrið. - Bára er fjølbrekað, og eg havi verið stuðul hjá henni í so nógv ár nú, at hon er vorðin ein partur av mær sjálvari. So hóast hon ikki fær gingið, var hon sjálvsagt [...] flættur ella eitt øðrvísi mynstur. Klæðini minna um gamla Grikkaland, og hava ein mytiskan, lýriskan og ævintýrkendan dám yvir sær. Ein stílur, sum meir enn so kann setast í samband við fantasy-rákið, ið hevur
juni 1935 er ein grein um Óla Svendsen i samband við, at hann fylti 75 ár. Hetta var fyrsti árgangur hjá Dagblaðnum, har Ernst Sondum var blaðstjóri, til hann stutt eftir doyði. Greinin er ein góður samandráttur [...] var eg altíð loðsur umborð. Millum annað á tí kenda herskipinum Blücker. Mangan ringan havi eg farið. Og serliga ein ferðin við Prosperous úr Noreg til Føroyar vil eg minnast leingi. Vit høvdu 32 samdøgur [...] húgvur sum ein heilsan frá teimum. Siðan hevði fólkatingsmaðurin Halfdan Henriksen eina heilsan. Sagt verður at enda í Dimmalætting: Skipper Svendsen gør Forsøg paa at fortøje agten for Tjalfe (ein brig) for
línu er bara eitt at gera, og tað er at líta á línuna og fólkið sum er við. - Eg havi onkuntíð havt marruna av, at eg havi gjørt upptøkur uttarliga á eggini. Tá eg standi soleiðis og hyggi í upptøkutólið [...] hvørt út av, at onkrar av myndunum, sum eg havi gjørt nógv fyri at fáa í kassan, als ikki hóska til heildina. Tað er hart at lata hesar myndirnar fara, men tað er ein lítil troyst í, at eg leggi tær í savnið [...] um stálið og fáa sjómenninar við í sendingina. Tað skal ikki bara verða ein sending við árstølum og upplýsingum, tað skal verða ein sending við eini sál, tí annars riggar tað ikki. Eg royni at lýsa lívið
- Eg havi nógv at takka mínum lærara fyri, sigur Andrias Fredrikssen eftir at hava hildið ein fínan fyrilestur fyri hugtiknum javngomlum skúlanæmingum í Norðurlandahúsinum um sína tíð umborð á danska [...] skúlabørnini, vóru ein ørgrynna av herfólki, miðlafólki og granskarum við á ferðini. Serliga minnist Andrias aftur á, tá hann fór út í gummibáti við kavarum hjá danska herinum. - Vit sóu ein stóran finna koma [...] koma ímóti okkum. Eg trúði tað var ein hávur, og var eitt sindur illa við. Men tað var ein ordiliga stórur fiskur. Hann var 2 metrar til longdar, og vigaði eini 2 tons. Danir vildu fegin hava við til K
sama hátt er tilveran bygt upp av súmbolum, sum hava ein djúpan og læruríkan týdning, vísir Møllehave á. Hann sigur, at ein rósa er øðrvísi enn ein tornarunnur, sólskin er øðrvísi enn torusláttur, ljós [...] men tíverri ikki til tað betra. Í dag er ein prestur ofta bert ein vánaligur sálarfrøðingur, tí uppgávur verður lagdar á hann, sum hann als ikki er útbúgvin til. Ein prestur skal eftir mínum tykki ikki royna [...] er eins viðkomandi. - Eg havi higartil bert roynt at liva í nú´inum, og tískil kann eg ikki siga so nógv um ævinleikan. Mín trúgv hevur virði í hesi løtu, men sjálvsagt er tíðarleysi ævinleikin ein partur
er tað ein liður í at koma nærmari frælsinum. -Tað hevur altíð verið sera týdningarmikið hjá mær, at eg havi havt frælsi at gera tey ting, sum eg einaferð hevði hug til. Tráðanin eftir frælsi havi eg altíð [...] størstan álvara. Eg havi ongantíð sett mær ávís mál her í lívinum. Kortini havi eg altíð vita, at langt úti í sjónarringinum var eitt mál, sum eg fyrr ella seinni fór at náa. Tey val, eg havi gjørt gjøgnum lívi [...] -Tað vanliga lívið hevur ongantíð sagt mær nakað. Tað borgarliga lívið er møguliga ein tryggleiki fyri mong, men eg havi altíð kent meg ótryggan við tí tankanum. Eg kenni meg tronga, tá eg hugsi um at liva
Alla halgannar dag 1. november, verða vit á ein serligan hátt mint á tey mongu sum undan okkum eru farin í trúnni á Jesus sum frelsara sín; hetta eru tey, sum á ein ella annan hátt hoyrdu Guds kall, og sum [...] sum eiga onkran í tí frelsta skaranum heima í Himli; tað er júst hetta sum vit Alla halgannar dag á ein serligan hátt verða mint á. Hesi orðini ið Jesus sigur við Marthu tá ið bróður hennara Lázarus var [...] hjørtum teirra; tað er bara Jesus sum kann venda hesari vónleysu støðu, soleiðis at tað kann birtast ein vón aftur í tilveru okkara. Jesus hevði samkenslu við hesum báðum systrunum Marthu og Mariu, nú bróðurin
hava stundir at fara úr arbeiði og á venjingarlegu. Tað er altíð ein spurningur um raðfesting, og tað er nátúrligt, at raðfestingin broytist, sum árini fara, og ábyrgdin í familjulívinum og arbeiðnum gerst [...] tí vit vildu gardera okkum í høvuðspælinum. Í 2. hálvleiki skiftu vit út, tí Bartal hevði fingið ein lítlan snudd. Jón Rói Jacobsen kom í miðverjuna. Tað var eingin fjáltur á honum. Hann hevur á U?19
kann verða ein fyrimunur, um tú frá luttakarum fær loyvi at kanna, at fólk ikki eru ov tætt í slekt, men annars í slekt longur burtur. Men sjálv kanningin er ikki ein familjukanning, men er ein samanburður [...] Mín bakgrund er tann, at eg saman við øðrum føroyskum læknum í nøkur ár havi fingist við at kanna hvørt ein ella fleiri sjúkuorsøkir ella medvirkandi orsøkir kunnu finnast í tí genetiska (arvaliga). Hetta [...] Tað hevur verið nevnt, at førleiki er í Føroyum, t.d. ein breti, sum hevur arbeitt við líknandi aðrastaðni. Men helst er øki ov viðkvæmt at byggja á ein persón, sum kann fáa hug at fara avstað aftur. Tilskilast
málburðin í løgtinginum. Dan heldur seg sjálvan duga eins væl at tosa, sum teir ið hava myndað málpolitikkin her á landi seinastu árini. ? Eg havi verið í hornatøkum við Jóhan Hendrik Winther Poulsen fyrr [...] seg sømiliga at; eisini uttanfyri tinggátt. Málið fyri menniskja ? Hóast summir vilja gera málið til ein fornlut, er talan í veruleikanum um eitt amboð. Og jú orðaríkari málið er, tess hvassari er amboðið [...] tragikomiska. KASSI: Stavsetingin endurskoðast Høgni Mohr Dan Reinert Petersen kundi hugsa sær, at ein serkøn nevnd verður sett at endurskoða føroysku stavsetingina. Endamálið skal vera at gera tað lættari