ar – og kann lættliga verða gloymd, tá vit einaferð koma fram til eitt løgtingsval. Politiska minnið er so stutt, og veljarin gloymir skjótt fráfarnar politikarar. Men Kristina Háfoss er ung, og hon kann [...] fíggjarnevnd og á Mentamálaráðnum. Øll fólk, sum hava tosað nógv fyri gransking og menning á útbúgvingarøkinum. Vit eru helst øll samd um, at meira orka skal setast av til mentanar- og útbúgvingarøkið – og at hetta [...] landsstýriskvinnuni bestu eydnu og gott treysti í nýggja starvinum. Vit harmast eisini, at Kristina Háfoss legði kongin, tí mangt bendi á, at hon var ein dugnalig landsstýriskvinna og ein dugnaligur politikari
Peter Friis er dani, og hevur dansað síðani hann var heilt ungur. Hann hevur júst verið í Føroyum í sambandi við Ung í Føroyum, har hann hevur havt dansiverksmiðjuna á mentanarstevnuni. ? Vilji, orka, [...] dirvi er nakað, sum eyðkennir tey ungu, sum eg havi arbeitt við her. Tey eru opin og viljasterk, og tey súgva bara alt í seg. Tað sum er ógvuliga bergtakandi er, at tey eru so íðin. Tey fáa ikki nóg mikið [...] Peter Friis í dansi, luttekur í sangleikum og filmum. Sambandið til Føroya hevur hann ígjøgnum Elsu Mariu Bærentsen, sum hevur dansiskúlan »Yndi«. Elsa Maria og Peter hava gingið á Fame skúlanum í Odense
at bøta um og varðveita arbeiðssamleikan hjá tí, sum er arbeiðsleysur. Somuleiðis átti ríkur møguleiki at verið fyri ymiskum uppgávum í mun til ung í arbeiði. – Tjóðveldi hevur lagt hetta og líknandi uppskot [...] seg um, at løgtingið heitir á landsstýrið um at kanna og leggja fram neyðug lógaruppskot um, hvussu til ber at útvega fleiri lærupláss hjá tí almenna og pláss til fólk í virknisvenjing hjá almennum arbeiðsgevarum [...] lærupláss eru í dag í kommunum og í privatu vinnuni. Almennu arbeiðsgevararnir hava ikki í eins stóran mun fylgt við í hesi tilgongd. Tað almenna eigur at taka sín part av uppgávuni og ganga undan á hesum øki
betri, og á tann hátt vísa á virðið á teirra førleikum, og samstundis økja um og styrkja fakligu viðurkenningina. WorldSkills Europe leggur dent á at framsýna og fremja evropeiskar førleikar og yrkisú [...] at styrkja og vekja áhugan fyri dygdargóðum handverki og yrkisútbúgvingum á høgum førleikastigi. Felagsskapurin virkar fyri at økja medvitið um týdningin av fakligum kunnleika og førleika og fyri yrkisútbúgving [...] var, eins og í 2017, skipað fyri føroyameistaraskapi í handverki millum nøkur av okkara føroysku handverksfakum. Í ár varð kappast í trimum yrkisgreinum – elektrikarayrkinum, timburyrkinum og hárfríðka
Føroyum roykja og drekka. Tað er SSP ráðgevingin, sum er samstarv ímillum skúla, løgreglu og sosalar myndugleikar, ið stendur fyri kanningini við tí endamáli at fáa innlit í drekki- og roykivanarnar hjá [...] fyribyrgja, at ung fara at drekka og roykja, verður evnið nú tikið upp í øllum sjeyndu klassunum í landinum, sum tilsamans telja 760 næmingar. Men átakið vendir sær eisini til foreldrini og teirra leiklut [...] Føroyum, sum eru alt ov ung, tá ið tey fara at smakka sær á. - Rákið er, at tað ber ikki til at hittast í veitslulagi uttan at rúsdrekka er uppií. Men fyri at broyta hendan hugburðin, og í eini roynd at fyribyrgja
Ítrótturin er sjálvboðin felagsrørsla og ein av grundsúlunum í samfelagnum. Ítrótturin er samlandi, mennandi og byggir á demokrati. Ítróttur hevur altíð verið, ja, men umráðandi og neyðugt er at viðurkenna ítróttin [...] eginvirði fyri einstaklingin, lokalsamfelagið og tjóðina, tað at møtast til venjing, kappast her heima og úti í heimi, seta sær ítróttalig mál, samstarva og fyriskipa. Hetta o.a. eru eginvirði í ítróttinum [...] staðfest, at rørsla og innlæring hanga neyvt saman, og tí er ikki líkamikið um vit hava ítrótt í skúlunum. Ítróttur hevur eisini við sær vinning fyri samlaðu heilsustøðuna hjá fólkinum, og tí er ítróttur góður
umvæla havnarlagið í Sumba og í Lopra. Ábøtur skulu gerast á gamla skúlan á Leiti og í nýggja skúlanum í Sumba. Og annars skulu ábøtur gerast á vegir, garðar, stakitt, bakkaverju og annað mangt. Somuleiðis [...] Hildur Vestergaard, borgarstjóri, sigur, at allur peningur verður brúktur til at gera ábøtur og at umvæla bygningar og ymisk verkløg hjá kommununi. - Í eini roynd at tálma arbeiðsloysinum í kommununi, hevur [...] milliónir í láni til nýggja ellis- og røktarheimið í Vági, sum kommunan er við í. Men heldur ikki tað verður nakar trupulleiki, tí ein álíkning í skatti er góðar átta milliónir og tað mesta, ein kommuna kann
samstarv við Planet Youth í Íslandi, og hetta fer at kosta umleið 2,1 miljónir krónur yvir fimm ár. Hin møguleikin er eitt samstarv við Center for Folkesundhed í Grønland og Paarisa, sum fer at kosta Qeqqata [...] Folkesundhed og Paarisa eftir sonevndu HBSC-kanningini, sum er grønlendska skúlabarnakanningin. Umsitingin í Qeqqata kommunu heldur, at við einum samstarvi við Center for Folkesundhed og Paarisa kann kommunan [...] at siga, at tað er eydnast Íslandi at minka um nýtsluna av alkoholi millum landsins ungu borgarar, og nú eru tey í grønlendsku kommununi - Qeqqata kommunu - til reiðar at fremja líknandi átøk sum Ísland
fær alsamt størri leiklut í samfelagnum. - Samfelagið broytist og mennist allatíðina, og tí kemur støðan onkuntíð hartil, at valaldurin og valbæri ikki fylgja við tíðini. Við allari tøknini í hesum døgum [...] fólkaskúlan soleiðis, at ung enn betur kunnu læra og skilja, hvat gongur fyri seg í samfelagnum. Tey vísa á, at av tí at ungdómur longu er á arbeiðsmarknaðinum sum 15 ára gamal, og rindar skatt, er rætt, [...] hjá Løgtinginum mánadagin og týsdagin. Næmingarnir, sum leggja uppskotið fram, eru Eir Pálsdóttir, Ester Skála, Marjun Behrens, Bartal Súsonnuson Hansen, Oddmar Kristiansson og Bárður Lenvig. Tey staðfesta
børn og ung á barnaheiminum komu í hóslag við løgregluna, tí hvørja ferð tey fóru út um hurðina at fáa fríska luft, vóru tey aftur mitt í tí keðiliga umhvørvinum, roynt var at fáa tey burtur úr, og sum [...] fletting og øðrum, heldur enn bara at ganga ímillum bilarnar í Havn. Ruth Vang, løgtingskvinna fyri Framsókn, sigur, at mett verður, at av fakligum orsøkum eigur eitt slíkt barnaheim at vera í Havn og tað fer [...] krónur. Men spurningurin er um ein stovnur, sum Barnaheimið, ikki eigur at verða fluttur úr Havnini og út á bygd, heldur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Sjálvstýri. Hann vísir á, at eitt er tað, at