skal ikki flytast ein tumma. Sambært Olmert eigur Ísrael at taka tað, sum hann kallar tað endaliga stigið, og tað er líkt til, at hann fær undirtøku fyri tí báðu megin markið. Sambært einari meiningakanning [...] við 21 umboðum, og tann gamli stjórnarflokkurin Likud fær 14 tinglimir. Tað er kortini ikki vist, at hann verður triðstørstur, tí ein høgrasinnaður flokkur kann sambært kanningini fáa 15 umboð á ting. Eygleiðarar [...] sinnað at virka fyri varandi friði við Ísrael, um ísraelsmenn sýna sama vilja. Spurningurin er bara, um hann tosar vegna allan Hamas-flokkin, tí sterkar kreftir í flokkinum hava lítlan hug at tingast við Ísrael
Viderø byrjaði sum postboð á posthúsinum í miðbýnum í 1965, so hann hevur næstan 42 ár á baki, nú hann gevst. Seinastu nógvu árini hevur hann arbeitt sum deildarleiðari og havt ábyrgdina av øllum post- og [...] og av flutningstólunum hjá postverkinum. Sverri hevur dugað væl at verið leiðari fyri síni fólk, hann hevur verið framman fyri sína tíð við modernaðum (motivernadi) leiðslustíli. Sofus kom inn á ábyrgdarøkið
skilst. Arnold Hjelm Nielsen er stjóri á Toll- & Skatt, og hann váttar, at gjøgnumtrekkurin av starvsfólkum hevur verið størri enn vanligt. Men hann vísir á, at almenn arbeiðspláss vanliga hava ávísar trupulleikar [...] Arnold Nielsen. Men hann viðgongur eisini, at broytingarnar á stovninum kunnu hava sína ávirkan á stóra talið av starvsfólkum, ið søkja aðrar leiðir. Nýggj leiðsla er komin á stovnin, har hann sjálvur sum stjóri
sínamillum ella halda smáar fundir inni í tingsalinum. Hann sigur, at tá ið tað er friðarligt í salinum og ljóðið er í lagi, riggar alt av besta slagi. Hann er ikki samdur í atfinningunum um, at tað er ov galið [...] tinglimum sjálvum skyldina fyri, at tað hoyrist so illa í Løgtinginum. Men tá ið tað er sagt, ásannar hann eisini, at ljóðviðurskiftini í tingsalinum eru nógv øðrvísi enn tey hava verið. - Bæði gólv og veggir [...] øðrvísi enn tey hava verið og tingsalurin tolir ikki, at tinglimir – og áhoyrarar- sita ófriðarligir. Hann sigur, at tí er tað eitt krav til tinglimir, at teir sita stillir, tá ið teir eru í tingsalinum, tí
vit hava tey høgt í metum. Vit geva teimum sjálvsvirði, næmingurin skal vita, at hann er okkurt, og at onkur leggur í hann. Sjálvsálitið kemur av at duga væl, men tú mást hava sjálvsvirði, tí tað er tað [...] eina virðiliga skúlagongd, ið tekur støðu í einstaka næminginum. Ingvald greiðir frá, at hvørja ferð hann hevur vitjað heima í Føroyum seinastu 3 árini, hava fólk víst áhuga fyri at seta á stovn ein tílíkan [...] neyðugt, at hon røkkur fleiri ár fram. Tú kanst ikki taka næmingar inn á skúlan, fyri síðan at leggja hann niður aftur árið eftir. Tí fara vit á fund við Mentamálaráðið í komandi viku, at kanna um hvør áhugi
Klæmint fær eina virðiliga viðferð. Hann hevur ikki verið nakar vánaligur stjóri fyri SEV, tað tala tøl og tann menning, sum SEV hevur verið fyri hesa longu tíð, hann hevur sitið. Møguliga kundi menningin [...] SEV-fundurin á Hotel Føroyum fríggjadagin, 17. februar 2006 var ein stórur sjónleikur, allur sum hann var. Høvuðsleikararnir høvdu fleiri instruktørar ella sonevndar »advokatar« at hjálpa sær at gera [...] bara til undirgang. Og skal friður fáast í SEV, so veit Klæmint Weihe uttan iva best sjálvur, hvat hann skal gera. Maðurin er ikki heilt so hopleysur, sum onkur heldur. Eg vil heita á Arnstein Niclasen
hevur verið flúgvandi í ár og stimin tykist at halda fram í San Luis. Hann hevur 3,5 stig og í javnleikinum ímóti Anand hevði hann møguleikar at vinna. Topalov er, saman við Viswanathan Anand, verdugir [...] Spell fyri eitt nú Vassily Ivanchuk, sum í dag er nr. 5 á ratinglistanum. Tá úttøkan varð framd var hann ikki so ovarliga og varð tí ikki boðin við. Við frídøgum og møguligum umdystum, endar kappingin ikki [...] tíggju umfør eru jú eftir at leika. Leko fekk ringa kappingarbyrjan, men reisti seg í fjórða umfar, tá hann vann eftir einans 25 leikum á Judit Polgar. Leko hevur, eins og Polgar, 1,5 stig. Michael Adams og
frásøgumannin um okkurt annað, hann líka má sleppa at fortelja. Styrkin hjá Guðmundsson er hendan herliga tussatrúgvin uppá, at søgurnar veruliga "passa". Og so ikki minst mátin hann letur sínar skeivu persónar [...] ríkiliga longi burturgoymdur í eini skuffu í skrivaraborðinum hjá høvundanum. Í heila tiki heldur hann rithøvundar vera ikki so lítið frekar - sita bara á síni fløtu og taka æruna fyri tað, sum persónarnir [...] løtu fingu dreymarnir og longsulin veingir, eins og tá tað eydnast Johan at sleppa at mussa Helgu og hann "leyp upp og tók í hælin á heiminum og himmalin í hendurnar". Tussatrúgv Í løtum fært tú varhuga av
m, sum ikki startaði, verður sera lítið brúktur. Hetta er bilurin, froskmenn vanliga brúka, og er hann útgjørdur við allari froskmannaútgerð. So seint sum í summar varð bilurin brúktur til ein bráfeingis [...] av, sigur Esmar. Onki skipað eftirlit Eisini ivast Esmar í, hvat sløkkiliðsleiðarin meinar við, tá hann í greinini sigur, at sløkkiliðsbilarnir verða royndir við jøvnum millumbilum. - Hendingin sunnukvøldið [...] Klaksvíkar sløkkilið hevur stutt sagt onki skipað eftirlit við hvørki útgerð ella bilum, sigur Esmar. Hann vísir samstundis, at til stórar eldsbrunar er tað alt avgerðandi at fáa nógva útgerð á staðið so skjótt
hesar báðar royndirnar hjá Angelu Merkel, kemur Gerhard Schröder aftur fram á pallin. Hann hevur tvinnar møguleikar. Hann kann royna at skipa stjórn saman við Fríu Demokratunum, men formaðurin í FDP, Guido [...] 5 prosent, men sunnudagin bara 34,3 prosent og 222 umboð, og harvið misti Schröder meirilutan, sum hann hevur havt saman við Teimum Grønu, sum høvdu eina lítla afturgongd og fingu 8,1 prosent og 51 tinglimir [...] stjórn saman við verandi andstøðu. Formaðurin hjá Teimum Grønu, Joschka Fischer, segði sunnukvøldið, at hann er sjálvandi sinnaður at tosa við Angelu Merkel, sendir hon boð eftir sær, men at samgongumøguleikarnir