sera óheppið, at tingið hevur tikið avgerð um, at tað skal ikki arbeiða víðari við málunum, nú tað er skrivað út val. -Hetta nýttist tingið als ikki at gera, og tað er beinleiðis forkastiligt. Tí meiningin [...] stýrisskipanarlógini var tann, at útskrivan av einum vali ikki skuldi seta forðingar í vegin fyri tingarbeiðinum. So har hevur formansskapurin tikið eina heilt skeiva avgerð. Jógvan Sundstein heldur tað vera f
inntøkuni. Ein avleiðing av hesum er, at samfelagsbólkarnir í Føroyum, eisini í verka mannastættini, eru ikki longur líka fyri skatalógini. Ein búskaparfrøðingur hevur roknað út fyri Føroya Arbeiðarfelag, hvussu [...] betala ein triðing av lønini í skatti, tá ið tey hava forvunnið 125.000 krónur. Men sjómaðurin skal heilt uppá 200.000, áðrenn hann betalir triðingin í skatti. Av áðurnevndu inntøku uppá 200.000 kr. skal
Glorian sat so vøkur um høvd hansara, líka til hann fríggjadagin vísti okkum hógvarnar. Leingi hevur hann roynt at fjala teir, men kláraði ikki at halda sær longur. Næstakærleikan fær hann bíliga sum [...] politiskum »vini«, men í so smáum nøgdum, at har er uppi, áðrenn hann varnast tað. Frá hesum manni var ikki annað væntandi, men at hann slapp at hóvreiggja sær frá tingsins røðarapalli, sum hann gjørdi, uttan
danskari síðu - at vit ikki kunnu liva við hesum viðurskiftum, sum ikki eru nøktandi fyri føroyingar. Jóannes Eidesgaard vísir eisini á, at hann sum andstøðupolitikari ikki kann fara inn heilt konkret og gera [...] Jelved súrmúlaðist ikki sørt, tí Nyrup var so leingi burtur frá stjórnarsamráðingunum fyri at hitta føroyingarnar. Allir spurningarnir verið uppi og vent ? Eg lovaði í valstríðnum, at vit ikki fóru at taka lut [...] við vallyftini og harvið verður tað - hendan støðan verður ikki broytt, sigur Jóannes Eidesgaard. Missi ávirkan - men fær fylgt við Við ikki at vera limur í nøkrum tingbólki missir Jóannes Eidesgaard
gu hava lyft og lætt og ikki havt orkuna at fari undir, men Hans hevur ikki latið seg vikað. Hann var vísur í síni søk, og legði ei í, um onkur ypti øksl ella smírdist Hann sat niðri í fjøruni undir R [...] hann er sjeyti, jarpt hár knýtt í ein hesthala. Halin er eitt satt listaverk. Havi so mangan hugsað mær at mála henda hala, men eg tori ikki. Tað er nakað kultiskt í hárið Hans Jakkups. Hann lat hárið vaksa [...] Har sat hann millum stakkar og málaði á steinsettari fløtu. Kvirrur og lat alt fara framvið, sum av verðsligum rini dansaði kring hann. Smádreingirnir flokkaðust um hann og undraðust. Tá vóru ikki mangir
teir, sum ikki atkvøddu fyri hesum neyðareggi, at vera ímóti tí fasta sambandinum um Vestmannasund, so nyttar tað so lítið at kasta torvmold í eyguni á vágafólki, tí veljarin í Vágum letur seg ikki lumpa enn [...] enn einaferð. Javnaðarflokkurin atkvøddi ikki fyri uppá kvamsvís at stovna grunn og harvið bjarga løgtingsumboðunum í Vágum undan tí støðu, sum løgmaður og Bjarni Djurholm høvdu sett teir í. Og hvør tann [...] er Edmund Joensen, og við honum sum formanni kunnu Vágarnar bara frøast yvir, at sambandsflokkurin ikki kemur í nakra samgongu tey næstu nógvu árini, við honum sum formanni. Tí er javnaðarflokkurin einasta
m? ? Eg veit ikki, um vit kunnu kalla tað eitt mistak. Endamálið við fylkingini var at reka javnaðarpolitikk, sum skuldi ganga eitt sindur skjótari, men tað vísti skjótt, at tað bar ikki til. Karl Robert [...] Robert Johansen sigur, at hann hevði ikki sloppið at stillað uppaftur fyri Verkamannafylkingina, tí hann er tveittur úr fylkingini. Men hann heldur ikki, at fylkingin hevur nakra framtíð, tí tað tykist sum [...] skal má tað vera í Javnaðarflokkinum, sigur hann. At hann nú aftur er limur í Javnaðarflokkinum er ikki heilt nýtt. Hetta hevur ligið í luftini nakað leingi, og tað er nakað síðani, at hann fekk limaskapin
spentur at skula royna nakað nýtt, tað var langt at fara heilt til Suðurafrika, so tú ætlaði tær at verða burtur nakrar túrar út í eitt, men so skuldi ikki verða. Hugur tín hevur altíð staðið til sjógvin, ongin [...] umborð, tú spardi ikki teg sjálvan. Í nógv ár sigldi tú norðuri í Klaksvík við Seglhússkipunum, bæði ísfisk og saltfisk, og dámdi tær ógvuliga væl at sigla við hesum skipum. Steðgurin var ikki altíð so langur [...] so vart tú við. Men línufiskaríi vildi ikki rættuliga sleppa takinum í tær, so tá ein gamal skipari hjá tær ringdi og bað teg koma við sær til Afrika, hevði tú ikki leingi um at taka støðu, tíðin var kanska
riggaði ikki Tað er einki at dylja, at eg eri vónsvikin. Hetta hevði eg ikki væntað, tí vit hildu okkum hava fingið alt upp á pláss, men tað riggaði ikki,sigur Bjørn á Heygum. Hann hevur ikki tikið endaliga [...] kortini ikki, at stríðið er burturspilt, men bert, at nú er staðfest at reformvinarligi vongurin í Sambandsflokkinum ikki kom heilt á mál. Samstundis heldur hann, at úrslitið av valinum als ikki er nøkur [...] og ikki bert um at verða sær sjálvum næst, sigur Bjørn á Heygum. Hann hevur hinvegin ikki stórar vónir um at friður verður í Sambandsflokkinum eftir stríðsvalið í vikuskiftinum. Tá flokkurin ikki sjálvur
Góð heilsa og trivnaður er ikki minst treytað av góðum mati. Men góður matur kostar. Kanska meiri enn tey flestu hava givið sær far um. Ein kanning, sum verkabólkurin fyri fakfeløgini hevur gjørt, vísir [...] kanningina fyri fakfeløgini. Tær siga, at tær hava gjørt kanningina útfrá tí, at góð heilsa, og trivnaður ikki minst er treytað av góðum mati. Tí er kanningin partvíst gjørt til upplýsing hjá teimum myndugleikum [...] eitt ávíst arbeiði fyri at gera fólk tilvitað um góðan mat, siga tær báðar í kanningini. Tað hava vit ikki í Føroyum. Nakrar kostkanninginar eru gjørdar í Føroyum og tær vísa tíverri, at í nógvum førum manglar