Formansvalið broytti einki, og vit hava onga trygd fyri at fáa frið í Sambandsflokkinum. Vit kunnu bert staðfesta at alt heldur fram í sama lag, sigur ein vónsvikin Bjørn á Heygum.
Eini 58 umboð fyri leiðsluna høvdu atkvøðurætt á formansvalinum, men eingin visti framman undan, um tey bæði formansevnini Jóhs. M. Olsen og Edmund Joensen í evstu løtu fingu ein triða kappingarneyta.
Tá avtornaði vóru seks atkvøður meira fyri Edmundi Joensen. Hann fekk 32 og Jóhs. M.Olsen 26 atkvøður.
Tað riggaði ikki
Tað er einki at dylja, at eg eri vónsvikin. Hetta hevði eg ikki væntað, tí vit hildu okkum hava fingið alt upp á pláss, men tað riggaði ikki,sigur Bjørn á Heygum.
Hann hevur ikki tikið endaliga støðu til, hvørjar avleiðingar tað fær fyri hansara politiska arbeiði, at Edmund Joensen varð afturvaldur.
Bjørn á Heygum heldur kortini ikki, at stríðið er burturspilt, men bert, at nú er staðfest at reformvinarligi vongurin í Sambandsflokkinum ikki kom heilt á mál. Samstundis heldur hann, at úrslitið av valinum als ikki er nøkur álitisváttan til Edmund Joensen.
Á landsfundinum í vikuskiftinum vóru fólk ógvuliga bersøgin og beinleiðis í sínum viðmerkingum til løgmann, tó at eingin yvirlýsing er komin frá flokkinum.
Spurdur um hann heldur, at hetta fær ávirkan á starvsháttin hjá Edmundi Joensen, sigur Bjørn á Heygum, at tað kann bert tíðin vísa.
Løgmaður er ikki sína uppgávu vaksin
Angrar tú nú, at tú ikki tók av løgmansstarvinum, tá tað stóð tær í boðið?
Tað er so lætt at siga aftaná, men jú, tað hevði verið betur um eg fór í Tinganes, tá tað nú er staðfest, hvussu vánalig viðurskiftini eru, sigur Bjørn á Heygum.
Hann heldur avgjørt, at løgmaður kundi gjørt sítt arbeiði betur. Hann hevur ikki megnað sína uppgávu, hvørki innanhýsis í flokkinum ella úteftir í Landsstýrinum.
Um so er at misálitisváttan verður sett móti løgmanni í tinginum, fert tú at taka undir við tí?
Vit umhugsa støðuna, men tað er ov tíðliga at taka støðu til tað, sigur Bjørn á Heygum, sum eftir landsfundin bert kann staðfesta, at flokkurin er eins nógv í tvíningum nú og áðrenn fundin.
Framvegis eru tveir rætningar í flokkinum. Tað er reformvinarligi vongurin, og so hin, sum heldur, at einki skal broytas, sigur Bjørn á Heygum.
Kallar floksfelagar fyri ørindasveinar
Hvat var tað, sum ikki riggaði í tykkara ætlan at fáa formannin frá?
Tað kom einamest av at løgmaður førdi eina ræðuherferð móti okkum, sum ynsktu broytingar, eitt nú við at siga sambandsfólki, at vit vóru fólkafloksmenn og fremmand element, sum høvdu trokað okkum inn í Sambandsflokkin.
Tað merkir, at øll tey, sum ikki hava somu hugsan sum løgmaður, ikki eru nóg góð sambandsfólk. Hetta er ein rættiliga álvarsom ákæra - soleiðis at skýra sín egna flokk at vera ørindasveinar fyri Fólkaflokkin, vildi eg hildið.
So mikið meira óheppið er hetta, tí tað als ikki bøtir um støðuna hjá leiðara í einum flokki, sum skal samstarva við aðrar, tá hann sigur, at Atli Hansen, Suni Jacobsen og Bjørn á Heygum eru fólkafloksmenn.
Við støði í stevnuskránni
Hvussu kennist tað at verða skýrdur ørindasveinur fyri aðrar, og samstundis ikki at verða góðkendur í sínum flokki?
Tað kennist órættvíst og hevur ikki hald í veruleikanum. Eg havi ongantíð verið limur í Fólkaflokkinum. Bert havi eg havt eina liberala borgarliga støðu. Tað stendur í stevnuskránni hjá Sambandsflokkinum, at hann er ein liberalur flokkur. Havi eg ikki loyvi til tess, uttan at vera skýrdur fólkafloksmaður, so er okkurt galið.
Um eg havi gjørt meg inn á flokkin, so noyðist stevnuskráin at broytast, sigur Bjørn á Heygum.
Bjørn á Heygum fór upp í politiska arbeiðið, tí hann metti seg kunna føra politkk á sakligum grundarlag. Áttatiárini skelkaðu hann so nógv, at hann bjóðaði seg fram at vera við til at fáa samfelagið á beint aftur.
Stóra mótstøðu
frá løgmanni
Hann fekk stóra mótstøðu í løgmanni beinanvegin, eitt nú vildi Edmund Joensen ikki hoyra tað nevnt, at føroyingar vildu hava bankakanning. Hann helt tað vera óneyðugt.
Eg helt hinvegin, at tað vóru so nógvir skeivleikar, beinleiðis avdúkingar og svik í bankamálinum, at eg sum rættarformaður ikki kundi sita hendur í favn. Eins og so ofta áður, so hevur Edmund Joensen ongantíð sagt mær, hví vit ikki skuldu hava bankakanning, sigur Bjørn á Heygum.
Hann hevði eisini ætlanir um at føra ein reform vinarliga politikk, men tað var løgmaður heldur ikki positivur fyri. Hann vil bara hava alt at standa í stað.
Tað byggir einki upp, og styggir bert ungar politikarar burtur, sigur Bjørn á Heygum.
Orkar tú undir nýtt valstríð við EdmundiJoensen á odda í tínum flokki?
Øll vita, at mítt álit á Edmund Joensen kann liggja á einum ógvuliga lítlum stað. Í hvønn mun vit kunnu liva við honum sum formanni, er ein spurningur um, hvussu tað verður gjørt - eitt nú kunnu vit krevja, at hann ikki bert førir sín egna persón fram. Tað kann bert gerast treytað av, at hann umboðar flokkin, og ikki bert seg sjálvan.
Spurningurin er, um Edmund Joensen hevur skilt hetta nú, tá hann seinastu fýra árini ikki hevur fingið tað við, sigur ein speiskur tingmaður.
Ørkymlandi at løgmaður legði frá sær
Er løgmaður eftir formansvalið skikkaður at føra samráðingarnar við donsku stjórnina?
Tað er ikki sørt ørkymlandi, at tann maðurin, sum í farnu viku ikki helt seg hava heimild at samráðast, nú nakrar dagar seinni heldur seg hava fingið heimildina aftur. Spurningurin er, um hetta ber til, sigur Bjørn á Heygum.
Hann heldur kortini, at spurningurin er av størsta týdningi fyri samfelag alt, og at samráðingarnar mugu byrja alt fyri eitt. Støðan hjá føroyingum viknar fyri hvønn dagur sum gongur.
Hann stendur formliga á odda fyri Landsstýrinum. Tað hevði verið løgið at seta hann út av spælinum, men ein treyt má verða, at hann hevur fingið politiska undirtøku í Landsstýri og Løgtingi fyri tí, sum skal fara fram undir samráðingunum.
Nú fara tingfólkini at tosa um tað. Bjørn á Heygum sigur, at tinglimirnir mugu fáa eina trygd fyri, at tingið er við, og at partarnir semjast um tað. Hetta skal gerast á einum breiðum politiskum grundarlagi. Eydnast tað, so heldur Bjørn á Heygum tað vera forsvarligt at lata løgmann fara undir samráðingarnar.
Veljarin skal siga hvat er best fyri flokkin
Tað er eisini neyðugt at vera praktiskur í politikki. Hvør einstakur eigur at gera tað, sum tænir føroyska samfelagnum best. Vónandi eru føroyskir politikarar so mikið at sær komnir, at teir hugsa um landsins besta, og ikki bert um at verða sær sjálvum næst, sigur Bjørn á Heygum.
Hann hevur hinvegin ikki stórar vónir um at friður verður í Sambandsflokkinum eftir stríðsvalið í vikuskiftinum. Tá flokkurin ikki sjálvur kann greiða fløkjuna, noyðast veljararnir hjá Sambandsflokkinum at gera av, hvussu lív verður lagað Sambandsflokkinum frameftir.
Bjørn á Heygum hevur ikki enn gjørt av, um hann stillar upp aftur. Hóast hann er vónsvikin, so heldur hann tað vera skeivt soleiðis í óðum verki at taka støðu til framtíð sína í Sambandsflokkinum.