lot í føroyska tónleikaheiminum. Hon er ein einari sum skal virðast fyri hennara tónlistarliga arbeiði. Hon er ein frálík sangarinna, og so er hon eisini ein sympatiskur, sjarmerandi og professionellur [...] hetta gjørdi at tú sum áhoyrari bara kundi seta teg afturá, og nýta allan tónleikin sum hon bjóðaði okkum. Tann torskilda røddin Um ein skal lýsa songrøddini hjá Mariu, ja, so hevur ein eina avbjóðing [...] sjónarmiðið. Tað sum hesar songkvinnur hava til felags er, at tær hava eina framúr innliving ella tolking av tekstum og tónleikinum, og hetta er ein eginleiki sum Maria eisini eigur. Tað liggur henni rættiliga
tunnilsuppskotið hevur við sær: ?Ein sleppur undan at koyra upp á fjallið. ?Ein sleppur undan teimum brøttu svingunum í Hovi. ?Ein sleppur undan einum vegastrekki í Hovi, sum ofta gevur trupulleikar í kava [...] verður harafturat bíligari enn ein tunnil, sum liggur longri uppi á fjallinum. Øll í Suðuroynni mugu vera glað um nýggja uppskotið. Ikki bara fólk úr sunnaru helvt, sum koma lættari til Smyril, men serliga [...] Stríð millum Vág og Tvøroyri hevur verið ein av orsøkunum til eina heldur treka framgongd sum heild í Suðuroynni. Tað hevur verið stríð um plaseringina av havnum og almennum stovnum v.m. Tað er sjálvsagt
góðum tiltøkum, sum vit kenna tey. Men sum vit øll vita, so broyttist alt hetta á Grækarismessu. Vit vóru biðin um, ikki at hittast í stórum bólkum, halda frástøðu og helst halda okkum heima sum mest. Hóast [...] Plantupakki varð latin borgarunum. Sum partur av umhvørvisvikuni var ein fundur, har umboð fyri IRF var og greiddi frá um matspillu og burturkasti. Hesin fundur var fyri mong ein aha uppliving. Millum annað varð [...] og hvørjar ætlanir eru fyri restina av árinum og hesum valskeiðinum. Arbeiðir, sum eru í gongd og liðug Av arbeiðum, sum eru gjørd, kunna nevnast arbeiðið við at dýpa eina rennu niðanfyri vatnbrunnin í
stavum, men tað sum eftirtíðin stendur eftir við, eru avgerðirnar og drivið at føra gjørdar avtalur út í lívið. Tað er ikki júst tað, sum hevur eyðkent Fólkaflokkin, men vit sum síggja tað sum eina avgerandi [...] seinni skuldi vísa seg, men tað er fyrst og fremst ein »fólkaflokstrupulleiki«. So nú er at fara til verka. Hjá okkum, sum meta at einar frælsar Føroyar eru ein fyritreyt fyri sunnari samfelagsmenning, har avgerðir [...] hvar ætlanin var, og hvat nú liggur á borðinum ? men endamálið er tað sama ? men tað hevði tað ikki verið, um ikki Tjóðveldisflokkurin sat í Tinganesi, og tað er helst hetta, sum pínir báðar teir stóru sa
Kristus, ið fevnir øll eins og sjálvt evangeliið. Ein útsøgn, ið við skiftandi orðum fjálgar og fløvar og sigur frá, at Jesus er menniskjum ein góður vinur. Viðhvørt er morgunlesturin ein stutt ferð inn í [...] Sendingin verður send sunnudag seinrapart, og dagin eftir - mánamorgunin. Sum tað liggur í sjálvum heitinum, er hetta ein sending, sum lýsir og sigur frá tí andaliga virkseminum í kirkjum/samkomum. Víngarðurin [...] eftir at útvarpið varð stovnað, kom morgunlesturin sum ein føst sending á skránna. Hvønn gerandisdag kemur lesturin kl. 7.15. Hendan sendingin hevur ein stóran lurtaraskara, og nú lesturin verður endursendur
mikið væl, at hon hevur klárað kravtíðirnar, sum danska svimjilandsliðið setir sínum svimjarum. - Eg havi svomið kravtíðirnar, og tað merkir so, at eg burdi havt ein møguleika at koma á landsliðið. Men sjálvandi [...] landsliðnum, hóast hon harvið samstundis veittrar farvæl til føroyska landsliðið. - Tað var ein sera trupul avgerð, sum eg havi tikið í samráð við mammu og venjaran hjá mær í Esbjerg og Petur Heðin á Fløtti [...] Danmarkar, so hon harvið kann gerast danskur svimjari og harvið hava møguleikan at umboða Danmark. Ein umbøn, sum Svimjisamband Føroya um dagarnar hevur gingið á møti. Síðani skal danska svimjisambandið fáa
teldur, til teirra, sum kanska ikki hava so nógvan pening um hendi, eins og teir eisini leggja seg eftir at selja dýrari merkivørur. Annars er Mega einasti av telduhandlunum, sum hevur ein sokallaðan nethandil [...] teldu, sum ofta fæst bíliga til keyps, umframt einum prentara. Samlaði kostnaðurin av hesum nýtist als ikki at fara upp um 5.000 kr., og kann hetta sigast at vera ein fín loysn hjá teimum, sum bert vilja [...] hava at bjóða keyparunum. Farodane Birgir Sigurðsson, sum er sølumaður á Farodane, sum húsast í Brekkutúni uppi í Hoyvíkinni, greiðir frá, at teir sum so ikki hava nøkur serlig tilboð til lesandi, men at
í Føroya-nevndini, Jan Petersen, metir stjórnin hesi málini vera minst líka umráðandi at viðgera, sum skiftistíðin. Tað er nevniliga umráðandi fyri danir, at greiða verður fingin á, hvussu farast skal [...] Vágagentur vóru nógv tær stinnastu í Klaksvík. Aftur í dag luttaka seytjan gentubátar. Frúgvin úr Miðvági liggur í miðjuni. Undir aðrar liðini fer hon at hava Beintu úr Miðvági, og undir hinari liðini fer Ørnin [...] Ørnin úr Sandavági at liggja. Nýggja Tjaldrið vann sera sannførandi dreingjaróðurin í Klaksvík. Sum vit nevndu omanfyri, so hava onkrir av manningini verið eitt sindur sjúkir í hesi vikuni, men teir vera ivaleyst
verða fleiri mál, sum fara at fella samgonguna, eitt nú sokallaði fiskivinnunýskipanin, pensjónsnýskipanin og nýggja grundlógin. Hann sigur sokallaða fiskivinnunýskipanin, tí sum tað liggur í kortunum nú, [...] serliga nógv nýskipan í tí, sum samgongan klárar at semjast um. Hann sigur, at endar hetta bara við nøkrum broytingum, kann tað valla kallast ein nýskipan og tað má sigast at vera ein ósigur av teimum stóru [...] tí nettupp ein nýggj fiskivinnuskipan var høvuðsmálið hjá hesum flokkunum undir valstríðnum. Men hann undrast eisini á, at so lítið er hent í málinum um at gera eina nýggja pensjónsskipan. Sum tað ljóðaði
gleðiliga við einum slíkum tiltaki. Vit vilja gera okkara til fyri at Tórshavn kann fáa ein afturvendandi festival, eins og vit kenna teir frá eitt nú Summarfestivalinum og G!, sigur Heðin Mortensen. Hann [...] kommununa við slíkum tiltøkum. - Hetta er jú eitt tiltak, sum vónandi fer at skapa eina rúgvu av ringvirkningum í økinum og í býnum. Svimjihøllin liggur beint við, vit hava Gundadal og Gundadalshøllina og vit [...] eru beint við, eins og Listaskálin er í sama øki. - So tað verður ovmikið hjá festivalluttakarunum at taka sær til uttan fyri sjálvt festivaløkið, sigur Heðin Mortensen. Eitt annað, sum borgarstjórin er