Jørgensen og Grækaris Gregoriussen, Tórshavn, ein son. Hann var 47 cm langur og vigaði 3032 gr. 20. mars fingu Eydna Dalsgaard og Tórhallur Thomsen, Norðragøtu, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3510 [...] mars fingu Rúna og Kaj Hovgaard, Tvøroyri, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 4680 gr. 21. mars fingu Guðrun í Lágabø og Nenad Zivanovic, Vágur, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3520 gr [...] mars fingu Hanna og Rói Sigvardsen, Vedbæk, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3850 gr. 25. mars fingu Theresa Niclasen og Suni Ludvig, Nólsoy, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 4125 gr.
einari spennandi menningarætlan, har millum annað ein nýggjur skúlabygningur hevur ein týðandi leiklut. Arbeitt hevur verið í tvey ár við einum projekti um ein nýggjan skúla, og í februar fingu tey á Ítrót [...] gd, til eina fasta og trygga legu. Her er ein nýggjur og nútímans skúlabygningur ein fyriteyt, sigur Erhard Joensen, formaður. Eisini hevur kommunan verið ein týðandi viðspælari, og hevur latið grundstykki [...] starvsfólkunum vera ein partur av hesum projektinum. -Tað eru jú tey, sum undirvísa og hava eitt serstakt innlit í gerandisdagin, og tískil ynski eg eisini eitt læraraumboð, sum skal virka sum ein av ráðgevunum
Tað er sjálvandi nógv, ein skal minnast til í hesum hátíðardøgum. Handlarnir eru jú stongdir komandi tveir dagarnar, so nógv innkeyp má gerast og fyri nøkur merkir hetta ein túr í Rúsuna. Tað vil siga [...] siga, fyri nógv merkir hetta ein túr í Rúsuna, sum hendan myndin gevur eina ábending av. Sum ein viðmerkjari heldur speiskliga tók til: - Ja, nýggjárshaldið kom eisini nakað knappliga í ár...
ger roknistykkið upp, er úrslitið, at talan var um ein sera friðarligan festival Ein bilførari er tikin fyri rúsdrekkakoyring og ein maður, sum sló ein vakt hóskvøldið, er nú handtikin og er til avhoyringar
Dálking = AL-gur í sjónum? Al Gore vunnið ein Oscar! Tað má verða fyri ein STUMfilm? Bill var nú eina ClinTonn betri enn Al! Ráðstevnan á Christiansborg hevði verið ein ordans BLOKK-buster! Tobbi fær so Na [...] Napoleons-hatturin passar! Vónandi kemur vargur ikki í seyðin á Lítlu Dímun. Tobbi kemur so út ein túr!
ár, og eins og undanfarnu árini so verður bjóðað til sangløtu í Ebenezer klokkan 21. Sangkórið í Ebenezer fer at syngja saman við fleiri solistum og tónleikarum, og tað verður felagssangur og ein stuttur [...] stuttur boðskapur. Eftir sangløtuna, sum verður í ein tíma ella so, verður bjóðað til ein drekkamunn við onkrum søtum afturvið.
fyri ein rímiligan penga til miðstaðarøkið. Hvat er munurin á Suðuroyarleiðini og leiðini út í heim loftvegis? Frí kapping ella alment Jóhan Dahl hevur sýnt dirvið og hevur kallað ein spaka fyri ein spaka [...] í heim, eins og vegirnir eru opnir innanlendis og ein frítt kann koyra aftur og fram, tó við gjaldi í undirsjóvartunlum. Vit eru knýtt at útheiminum og hava verið tað seinastu mongu árini. Ein stórur partur [...] Hetta er ein sending, sum fer at venda hesum spurningi og eisini fer at viðgera spurningin djúpari enn bara krónur og oyrur. Sjálvur hevði eg hendan spurning frammi í valstríðnum, tað rakk til ein hálvan
at skriva gera vit navnorðið ein skrivari um ein ið skrivar, og úr sagnorðinum at prenta gera vit navnorðið ein prentari um ein ið prentar (tað kann so báði sipa til ein persón ið hevur sum starv at prenta [...] býður sær til hjá málbrúkaranum við tí óspilta máloyranum. Tí eitur ein persónur av Malta ein maltesari, eins og ein úr Russlandi eitur ein russari, og soleiðis hava samansetingar sum russaraboyur, russaratundur [...] okkurt sum eitur maltesarakrossur. At royna at billa fólki inn, at ein sum býr í Europa, skal eita ein europei, og ein sum býr í Australia ein australii, kann bert bera boð um eina avskeplaða og rangvørga málkenslu
trivnaðarnevnd í Keypmannahavn og ein trivnaðargrunn í Føroyum við tí endamáli at keypa ein minibuss. Talan er kortini ikki um eina fasta flutningsskipan, men hetta er ætlað sum ein hjálp hjá teimum, sum búgva [...] leigað minibuss til Hotel Tórshavn. Ein túrur hevur eisini verið til Frederiksborg slot og ein túrur til Helsingør umframt ta vanligu koyringina. Asberg Johansen, sum er ein teirra, sum umboðar Mercedes í Føroyum [...] Herfyri varð ein minibussur keyptur til Hotel Tórshavn í Keypmannahavn. Bussurin, ein 8 ára gamal Mercedes Sprinter 214, er til 9 persónar og hevur lift til fólk, sum sita í koyristóli. Trý av setrunum
bara verið um ein buldrutan túr, har ferðafólkið er vorðið bangið, og er tí svímað. Ferðsluóhapp við brúnna um Sandá Sunnudagin fór ein persónsbilur útav við brúnna um Sandá í Havnardali. Ein kvinna var í [...] Tá politiið kom á staðið uppdagaðu teir, at hetta var ein lítil íbúð og inni var ein fullur maður. Hann hevði fingist við eina kókiplátu og ein plastikkposi lá soleiðis fyri, at hann var smeltaður. Maðurin [...] køld eftir ein túr í ánna. Hon varð koyrd á sjúkrahúsið til nærri kanningar. Leygarkvøldið var eitt ferðsluóhapp, har promillukoyring var uppi í spælinum. Politiið fekk fráboðan um, at ein full kvinna