kriminalløgreglan er í løtuni í Falmouth og kannar málið, men tað hevur ikki borið til at fingið nakra viðmerking frá teimum. Tað var mikudagin í síðstu viku, at eldur knappliga kyknaði í rúminum, har pak [...] pakkitilfarið varð goymt, og tað logaði í eina heila viku. -Kanningarnar eru ikki lidnar enn, og tískil hava vit als ikki atgongd til skipið, og tað ganga væntandi nakrir dagar aftrat, áðrenn vit fáa nakað
Tað eydnaðist at bjarga bæði ferðafólki og manning, tá eldur kom í eina litavska ferju í Femern-sundinum í gjárkvøldið. Tey 204 ferðafólkini og manningin, sum taldi 32, vórðu fingin umborð á eina aðra [...] sløkkiliðsmenn umborð. Í morgun rekur tað logandi skipið sunnan fyri Langeland. Sjóverjan sigur, at ferjan, sum eitur Lisco Gloria, hevur fingið slagsíðu, og at sjógvur er komin í skipið. Kortini er ikki
Á miðdegi í varð ringt til løgregluna at boða frá, at tað var helst var eldur í einum húsum. Húsfólkini vóru eldri fólk og tá ið heimahjálpin kom á gátt, varnaðust tey, at tað luktaði brent. Tey sóu, at [...] kodda, sum var komin at liggja upp at eini seingjarlampu við eini halogenperu í. Tær verða rættiliga heitar og tær høvdu fest í koddan. Talan var ikki um opnan eld enn, men koddin gløddi og tað stóðst nógvur [...] nógvur roykur frá tí. Men tað eydnaðist so at sløkkja, áðrenn eldurin festi í av álvara og sostatt var skaðin avmarkaður.
tilkallaðir, tí ein minni eldur var í einum av vognunum. Felagið, sum eigur tokið, hevur illgruna um, at tað kunnu hava verið sløkkiliðsmenninir, sum hava sligið bremsurnar frá í sambandi við sløkkiarbeiðið [...] Kanadiska politiið er farið undir at kanna tokvanlukkuna í lítla kanadiska býnum, Lac-Mégantic, sum eina brotsgerð. Illgruni er tó ikki um, at talan kann hava verið um eina yvirgangsatgerð, men heldur
sum fyri stuttum komu fram við Hotel Brandan í Havn, hugdu eina eyka ferð, tí uttan fyri nýggja gistingarhúsið stóðu fleiri brandbilar. Tó sást ongin eldur og heldur ongin roykur. Løgreglan upplýsir, at [...] at talan er bert um venjing. Brandfólk í Havn hava regliliga venjing, og tað kemur meira enn so fyri, at fólk halda álvara vera í hesum. - Vanligt er at brandliðini hava venjing hvønn, ella annan hvønn [...] hvønn, hósdag. Hetta eru regluligar venjingar, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn. So har er onki at órógvast um? - Nei, vónandi ikki. Hetta er bert reglulig venjing, sigur vakthavandi.
hjá grønlendska reiðarínum, Polar Seafood - Polar Aassik - sakk í gjárkvøldið við Qasigiannguit, eftir at eldur hevði verið í skipinum í tvey samdøgur. Tað upplýsir grønlendska løgreglan yvirfyri tíði [...] byrjaði at leka inn í trolaran, sakk Polar Aassik eftir stuttari tíð. Tað var mánakvøldið klokkan 19.03, at løgreglan fekk boð um eldin, og at manningin, sum taldi 10, var komin til lands í ølllum góðum. Tá [...] Tá roykurin frá skipinum var nógvur, heitti grønlendska løgreglan á fólk í Qasigiannguit um at ansa sær og halda seg burtur av leiðini, har skipið lá og brann.
Klokkan 11.47 í dag fekk løgreglan fráboðan um, at eldur var komin í ein vøruvogn í Leirvík. Løgreglan sigur, at ein spreinging var í bilinum, og síðan stóð bilurin í ljósum loða. Løgreglan sigur, at eingin [...] eingin mansskaði hendi, men bilurin er vrak. Eini sethús í grannalagnum, har hendingin fór fram, hava eisini fingið onkran skaða. Onkrar gassfløskur vóru í vørubilinum, men løgreglan veit ikki enn við vissu [...] gera. Eygnavitni í Leirvík siga, at tað vóru tríggir brestir, harav tann eini var nógv hvøllari enn hinir. Enn er ikki full greiða fingin á, hvat tað veruliga var, sum hendi við vørubilinum í Leirvík. Myndirnar
kyknaður í botninum í nøkrum turkiskápum, sum finnast miðskips á mittasta dekkinum. Eitt 2,5 m langt varmarør undir turkiskápunum var tært so illani, at tað var komi í samband við trækonstruktiónina í turkiskápunum [...] turkiskápunum. Hetta hevur so viðført, at eldur er kyknaður í turkiskápunum. Pison hevur fingið nakað av eld og roykaskaða. Tann 47 ára gamli maðurin doyði av roykeitran. Hundurin, ið tann 47 ára gamli maðurin [...] deyður umborð á Pison. Serfrøðingarnir hjá Ríkispolitinum fara avstað aftur til Danmarkar seinnapartin í dag.
Tað fór sum eldur gjøgnum alla Sørvágs bygd í gjárkvøldið, tá ið tað frættist, at dámligu serbisku hjúnini, Sladiana og Rajko Petrovic, eftir ætlan skuldu fara av landinum í dag heim aftur til Serbia, [...] eisini gjørt mun, tí tey bæði hava gjørt av at útseta fráferðina í nakrar dagar. Í Sørvági vóna fólk, at okkurt nýtt skal henda í málinum, soleiðis at tey bæði kunnu verða verandi. Enn er ikki greitt, nær [...] tí at Sladiana bleiv víst av landinum. Sørvingar í hópatali vendu sær til hjúnini og royndu at fáa tey at útseta fráferðina. Dyggi stuðulin, ið Sladiana og Rajko hava fingið frá sørvingum, hevur eisini
Tað er eldur høvuðssætinum hjá ES-kommisiónini í Bruxelles. Embætisfólk renna fyri lívinum Politiken.dk, sum er á staðnum, sigur, at nógvur svartur roykur kemur frá tí partinum av bygninginum, har ES- [...] kyknaður í kjallaranum, og sum skilst, er ongin komin til skaða. Men enn er ov tíðliga at siga nakað við vissu. Talan er um sonevnda Berlyamont-bygningin, sum er høvuðsborgin hjá ES-nevndini í Bruxelles [...] Bruxelles. Sambært politiken.dk mátti José Manuel Barroso, EU-nevndarformaður, rýma út, og hann er nú í einari park nærhendis.