Gongur seint hjá Athenu

Hans Andrias Joensen, reiðari á Athenu sigur, at tað fara enn at ganga nakrir dagar, áðrenn nakað nýtt verður at frætta.

Tað er framvegis einki nýtt at frætta um upprunan til eldin umborð á Athenu fyri tíggju døgum síðani.

Føroyska kriminalløgreglan er í løtuni í Falmouth og kannar málið, men tað hevur ikki borið til at fingið nakra viðmerking frá teimum.

Tað var mikudagin í síðstu viku, at eldur knappliga kyknaði í rúminum, har pakkitilfarið varð goymt, og tað logaði í eina heila viku.

-Kanningarnar eru ikki lidnar enn, og tískil hava vit als ikki atgongd til skipið, og tað ganga væntandi nakrir dagar aftrat, áðrenn vit fáa nakað at vita, sigur Hans Andria Joensen, reiðari á Athenu.