góð. Klokkan 19.45 verður fyrsta bríksl í Klaksvík, har setningurin hjá KÍ er at vinna seg víðari í Europa Conference League. Málið hjá felagnum er enn einaferð at røkka í europeiskt deildarspæl, sum tað [...] ein av KÍ spælarunum í kvøld. Odmar Færø fer í kvøld fyri 50. ferð at spæla í Europa Cup. Hann er fyrsti føroyski spælarin millum mannfólkini, sum røkkur so nógvum altjóða dystum í liðfótbólti. Áhugin er [...] fyritreytirnar í parti við KÍ, sum ikki hevur tapt altjóða dyst í Klaksvík síðani í 2021. Eftir 3-2 sigur á útivølli ímóti Rigas FS, tapti KÍ eftir longda leiktíð 4-2 á heimavølli.
innihald við kappróðrinum, sigur Tingakrossur, sum heldur fram: Hesa ferð hava menn úti á bygd tikið undir. Her koma tveir seksæringar. Gøtu Tróndur hjá norðragøtumonnum og Drekin hjá klaksvíkingum. Hetta var [...] hátt sammetast við tað, sum er nú, og soleiðis var tað eisini við kappróðrinum. Fyrsti Havnarbáturin frá 1926 var fyrsti bátur, ið var smíðaður við kappróðri í huga. Kappróðurin á ólavsøku í ár er merkisverdur [...] merkisverdur á tann hátt, at tað eru 100 ár síðani, at tað fyrstu ferð var róð ólavsøkuaftan. Niels Juel sigur, at í 1925 halda tey tað vera so trongt á ólavsøku, at tey rógva kapp ólavsøkuaftan, og so hevur verið
vørukoyring síðan 1985, og eg havi altíð havt krana á bilinum, sigur seyðabóndin gjøgnum øll hesi mongu ár. Tað hevur verið nóg mikið at koyrt hjá Leivuri, og hann hevur havt afturvendandi uppgávur og trúfastar [...] familjuni, sigur Leivur á Torkilsheyggi. Hann vísir á, at við stívliga 200 áseyðum tilsamans í trimum hagapørtum er garðurin og tað virksemi, sum hongur uppi í hesum, eitt náttúrligt savningarstað hjá allari [...] vit kunnu siga, at garðurin gjøgnum so mong ár hevur knýtt ættarliðini meira saman, sigur hann. Hagin og seyðurin hjá garðinum liggur í trimum økjum. - Umleið 50 áseyðir eru í Húshaga omanfyri Toftir og
og eg tori at siga, at royndarflúgvingin staðfestir leiklutin hjá Sønderborg sum heimsleiðari innan orkunýtslu og elektrifisering, sigur í GOTO Sønderborg, Tanja Have. – Tað er umráðandi fyri Sønderborg [...] Sverri Kass, sigur slóðbrótandi flúgvingina verða byrjanina til ein nýggjan kapittul í burðardyggari flogferðslu. – Tað er ein marknasteinur fyri Sønderborg Floghavn, at vit gjørdust fyrsti flogvøllur í [...] una. Eg síggi tað sum byrjanina til ein nýggjan kapittul fyri grønu umleggingina, sigur hann. Beta Technologies sigur, at ALIA CTOL letur út umleið 84% minni CO2 enn ein vanlig tyrla, sum brúkar brenn
tykist hesin als ikki at taka atlit at hvørki prosess-skrivi hjá Maskinmeistarafelagnum ella vitnisfrágreiðing hjá formanninum. - Viðgerðin hjá Fasta Gerðarrætti sær út til at hava verið ógvuliga óprofessionell [...] arbeiða henda dagin. Soleiðis sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, um úrskurðin, sum Fasti Gerðarrættur hevur gjørt í málinum um fyrsta heimferðadag hjá navigatørum og skiparum. Fasti [...] Fasti Gerðarrættur hevur gjørt av, at fyrsti heimferðadagurin ikki skal telja sum arbeiðsdagur og tískil heldur ikki skal verða afturløntur við einum frídegi. Tað var Føroya Skipara- og Navigatørfelag, sum
dronur yvir høvuðsstaðnum, eftir at loftálopssirenur ljóðaðu og álopið byrjaði. Ukrainska flogverjan sigur, at Russland skeyt 728 dronur og 13 rakettir. Sambært herinum vórðu 711 av dronunum og sjey av rakettum [...] Donetsk, meðan ein eitt ára gamal drongur eftir øllum at døma varð dripin í einum russiskum álop í suður-Kherson-økinum, siga embætisfólk. Álopið byrjaði bert fáar tímar eftir, at amerikanski forsetin, Donald [...] heldur fram við at vraka tær allar, skrivar Zelensky á sosialu miðlunum. Russiska verjumálaráðið sigur, at teirra "langt røkkandi" og "nágreiniligu" álop raktu hernaðarliga undirstøðukervið á eini flogstøð
við Stórá og royndarvant, og TB skrivaði undan vikuskiftinum sáttmála við svenska spælaran. Fyrsti dystur hjá TB eftir summarsteðgin verður ólavsøkuaftan ímóti B36 í Gundadali. NSÍ hevur 35 stig og er [...] Í gjár vann NSÍ trivaligan 6-2 sigur á útivølli ímóti TB. Gestirnir við Stórá í Trongisvági vóru frammanfyri 6-0, áðrenn TB tvær ferðir svaraði aftur. Síðstu 20 minuttirnar skoraðu Nikolei Johannesen og [...] Brandur Hendriksson Olsen og Klæmint A. Olsen út miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá ið støðan var 5-0. Hjá NSÍ kom tað illa við, at miðvallarin Beinir Nolsøe beinanvegin noyddist av vøllinum, tí hann var skaddur
hugaligt at fara í summarfrí við sigri, sigur Pól Thorsteinsson. Fyrsti dystur hjá FC Suðuroy verður sunnudagin 3. august, tá ið HB verður gestur á Vágseiði. Hjá 07 Vestur kennist tað tungt. Vágaliðið hevur [...] til, og tað var góð kensla, tá ið Dánjal Godtfred setti fótin undir bóltin, sum fór í netið. Tað sigur Pól Thorsteinsson, sum saman við Palla Augustinussen hevur ábyrgdina av FC Suðuroy liðnum. Fríði Holm [...] sigurin var 5-0 sigurin á heimavølli tann dagin, tá ið Sigtór A. Petersen hevði ábyrgdina. Næsti dystur hjá 07 Vestur verður leygardagin 2. august, tá ið Víkingur verður gestur á Dungasandi.
Suðureysturasia. Fleiri lond hava sendiharrar hjá Taliban í sínum høvuðsstaðum, men eingin hevur higartil viðurkent bólkin. Sambært tíðindastovuni NTB lat sendistovan hjá Afghanistan í Noregi uppaftur í mars, [...] fjølmiðlunum. - Tað (viðurkenningin av Taliban sum stjórn í Afghanistan, red.) vísir inniliga ynskið hjá Russlandi um at fáa eitt umfatandi samstarv við Afghanistan, segði sendiharrin. Uttanríkisráðharrin [...] fyrimynd fyri onnur. - Nú tilgongdin at viðurkenna er byrjað, er Russland framman fyri øll hini, sigur Amir Khan Muttaqi. Fyrr í ár strikaði Russland Taliban av sínum yvirgangslista. Russland setti Taliban
n í málinum hjá Víkingi sá út til at hava nakran møguleika. Hetta var fyrsta málið hjá Danieli Johansen í bláu troyggjuni, sum hann sær út til at trívast væl í. -Leingi riggaði tað væl hjá okkum, men síðstu [...] besta liði, og tað koppaði teimum til fyrimunar soleiðis, sum tað ofta ger hjá liðum, sum hava undanvind, sigur Sølvi Vatnhamar hjá Víkingi. Víkingur – KÍ 0-1 (0-0) 0-1: Daniel Johansen 64. Dómari: Jákup [...] sigursmálið, sigur Daniel Johansen í samrøðu við Trygva Absalonsen í FM1 útvarpinum. -Nú gleða vit okkum at spæla í Europa, og eg eri sera fegin um góðu móttøkuna, sum eg havi fingið í Klaksvík, sigur einasti