info
Ongi úrslit

Lisbeth L. Petersen andaðist í gjár

Seinnapartin í gjár andaðist Lisbeth L. Petersen, fyrrverandi borgarstjóri, løgtingskvinna og fólkatingskvinna í Havn 85 ára gomul.

Eirikur Lindenskov
8. august 2024 kl. 07:47

Hon var dóttir Georg L. Samuelsen, blaðstjóra á Dimmalætting, úr Fuglafirði og Rachel f. Fonsdal úr Vestmanna. Lisbeth L. Petersen var fødd í Havn 28. februar í 1939.
Lisbeth L. Petersen byrjaði politisku yrkisleið sína, tá hon í 1984 varð vald í Tórshavnar býráð fyri Sambandsflokkin í 1984. 
Hon tók realprógv í Havn í 1955 og studentsprógv á Bagsværd Kostskole og Gymnasium í Danmark í 1958. Hon arbeiddi sum avloysari í ymiskum skrivstovustørvum m.a. á advokatskrivstovu í Havn 1960–1970, og var verkætlanarskrivari á ymiskum verkætlanum á Føroya Fornminnissavni 1980–1992. Harumframt var hon flokksskrivari Sambandsflokksins 1982–1987, og saman við familjuni størsti einstakur partaeigari í Dimmalætting til 2010.

Lisbeth var aktiv í kvinnupolitiskum arbeiði, hon var næstforkvinna í Kvinnufelagssamskipan Føroya 1982-86.
Eftir býráðsvalið í 1992 gjørdist hon borgarstjóri í Havn. Hon sat í Tórshavnar býráð til 2000. Hon var fyrsta kvinna yvirhøvur, sum er vald fyri Sambandsflokkin. 
Í 1990 varð hon vald í Løgtingið fyri Sambandsflokkin og sat á tingi til løgtingsvalið í 2008. Hon var forkvinna í Sambandsflokkinum frá 2001 til 2004. Hon varð vald á Fólkating í 2001 til 2005 – sum fyrsta kvinna, og fram til seinasta fólkatingsval tann einasta, sum er vald á Fólkating í Føroyum.
Hon giftist við Jákupi Petersen úr Kollafirði í 1960, og tey fingu børnini Elsu og Georg.
Lisbeth L. Petersen gavst í politikki á løgtingsvalinum í 2008, tá hon ikki stillaði uppaftur.
 

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

6 tímar síðan

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Løgreglan sóknast eftir vitnum til herverk í Leirvík

24. oktober kl. 10:22

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Christine Lagarde gevst í ECB fyrr enn ætlað

14 minuttir síðan
Tíðindi

Pedro Sánchez vil hava svar eftir vanlukkuna

1 tími síðan
Lesarabrøv

Ynskja vit at útbúgva læknar til føroyska heilsuverkið?

1 tími síðan
Tíðindi

Vestmanna fær nýggjan sløkkibil

1 tími síðan
Tíðindi

Børn í Skopun stuðla Reyða Krossi

2 tímar síðan
Tíðindi

Funnu spreingiknøtt á ruskplássinum í Moss

2 tímar síðan
Tíðindi

Fólk úr 87 ym­isk­um lond­um ferð­að­ust við SSL í summar

3 tímar síðan
Tíðindi

Arbeiðið at útbyggja og dagføra bátahylin verður gjørt stigvíst

3 tímar síðan
Tíðindi

Samskip selt til spanskt skipafelag

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Vandi fyri at Norðurlond missa Grønland og Føroyar

4 tímar síðan
Tíðindi

Spanska kongshúsið avlýsir veitsludøgurða

4 tímar síðan
Tíðindi

Privata eftir­lønar­upp­spar­ingin var 15,9 mia. kr. í 2025

4 tímar síðan