Heimir til HB?

Okkurt bendir á, at Heimir Guðjónsson er í samráðingum við HB í løtuni

Í vikuni hevur In.fo sett íslendska fótbóltsvenjaran, Heimir Guðjónsson, í samband við Viking. Nú bendir okkurt á, at hann er í samráðingum við HB. Hann er í dag komin til landið, har leiðslan í HB hevur tikið ímóti honum.

 

Les eisini: - Eg fari ikki til Føroya

 

48 ára gamli Heimir Guðjónsson hevur seinastu árini verið venjari hjá FH í Íslandi, men takkaði fyri seg eftir farna kappingarár. Fyrst ljóðaði, at hann var á veg til Víking, men nú tykist hann verða í samráðinum við HB.

 

Les eisini: Íslendskur venjari settur í samband við Víking

 

Íslendskir miðlar hava annars siterað Heimir Guðjónsson fyri at siga, at hann einki kennir til føroyska áhugan frá Víkingi og at hann hevur tað gott og er í feriu í løtuni. Um hann er komin til Føroyar í feriuørindum er ógreitt, men tykist ósannlíkt.