Arbeiða við afturbering av innkravdum heilsutrygdargjaldi

Tað verður arbeitt við eini skipan í sambandi við afturbering av innkravdum heilsutrygdargjaldi. Men hetta arbeiðið er rættiliga umfatandi, sigur landsstýriskvinnan

Tað var Jacob Vestergaard, sum hevur spurt Margit Stórá í eingu grein 52a spurningi, sum er soljóðandi:

 

1. Hví verður hildið fram við at innkrevja “ikki goldið” heilsutrygdargjald frá útisiglarum?

 

2. Hví verður ólógliga innkravda heilsutrygdargjaldið ikki útgoldið beinavegin?

 

3. Hvussu nógvar eyka útreiðslur í rentum hevur landskassin fingið, síðan ávikavist

 

kærunevndin tók avgerð, Føroya Rættur segði dóm, Landsrætturin segði dóm, og tað var

 

greitt, at tað ikki slapst í Hægsta Rætt?

 

4. Hví verða avgerðir hjá kærunevndini ikki virdar?

 

5. Er tað rímiligt at borgarar, sum av órøttum eru kravdir eftir heilsutrygdargjaldi, sjálvir skulu søkja um at fáa gjaldið aftur?

 

Landsstýriskvinnan svarar soleiðis:

 

Til spurning 1 og 2

 

Tann 1. juli í ár fekk Heilsutrygd heimild til at gera undantak í gjaldsskylduni, tá fólk søkja um hetta, vísandi til Norðurlendsku konventiónina um sosiala trygd. Undantakið kann veitast fyri 2024 og frameftir.

 

Sum áður fráboðað, m.a. í svari til § 52 a fyrispurning á Løgtingið í august í ár, so verður arbeitt við eini skipan í sambandi við afturbering av innkravdum heilsutrygdargjaldi. Hetta arbeiðið er rættiliga umfatandi. Eftir ætlan verður lógaruppskot til broyting í heilsutrygdarlógini, sum skal áseta reglur fyri slík endurgjøld, lagt fyri Løgtingið í hesi tingsetu.

 

Talan er um neyðugt arbeiði, tí tað ber ikki til at staðfesta, hvør hevur rætt til undantak frá at gjalda heilsutrygdargjald uttan skjalprógv. Heilsutrygd veit ikki, hvør hevur rætt til at fáa afturgoldið heilsutrygdargjald. Til hetta krevst, at persónurin sjálvur upplýsir, nær hann hevur arbeitt uttanlands, og hvørt persónurin hevur rindað sosialt tryggingargjald har. Áðrenn Heilsutrygd veit hetta, kann Heilsutrygd ikki vita, hvat fyri endurgjald persónurin hevur rætt til.

 

TAKS hevur upplýst, at TAKS, sum innheintingarmyndugleiki, ikki kann steðgað innheinting, fyrr enn TAKS hevur fingið upplýst, hvør persónur hevur rætt til undantak. Á sama hátt kann TAKS ei heldur gjalda út aftur goldið heilsutrygdargjald, fyrr enn stovnurin hevur fingið upplýst, hvør persónur skal hava afturgoldið og fyri hvat tíðarskeið.

 

Til spurning 3

 

TAKS hevur upplýst, at Landskassin ikki enn hevur havt nakrar rentuútreiðslur av ov nógv goldnum heilsutrygdargjaldi.

 

Ongin áseting er í galdandi løgtingslóg um almenna heilsutrygd, at persónar, sum hava rindað av órøttum, hava rætt til rentur.

 

Til spurning 4

 

Talan var um ógreiðar heimildir og ósemju um tulking. Lóg um almenna heilsutrygd gav ikki stovninum Heilsutrygd nakra heimild til at gera undantak frá gjaldsskylduni. Samstundis var tulkingin av konventiónini og Heimastýrislógini mett at vera ivasom. Tí vóru nøkur prinsippmál roynd í rættinum.

 

Síðani er heilsutrygdarlógin broytt soleiðis, at heimildin til at geva undantak er greið.

 

Til spurning 5

 

Sum omanfyri nevnt ber illa til at staðfesta, hvør hevur rætt til undantak frá at gjalda heilsutrygdargjald uttan skjalprógv. Um persónar søkja um undantak, ber til at viðgera málið hjá teimum; harundir hvar tey hava arbeitt og nær, og hvussu skattaviðurskiftini hava verið.

 

 

 

Heilsumálaráðið, 10. september 2024

 

Margit Stórá

 

Landsstýriskvinna