Eitt vet fleiri starvsfólk í august í ár

29.400 starvsfólk eru í august í ár — tað er eitt prosent fleiri enn í august í fjør

Tað eru 280 fleiri starvsfólk samanborið við sama mánað árið fyri. Tað svarar til ein vøkstur á 1 prosent.

 

Í august vóru knapt 15.000 menn og 14.450 kvinnur í starvsfólkaskaranum. Samanborið við august í fjør eru kvinnurnar vorðnar 180 fleiri, sum er ein vøkstur á 1,2 prosent. Hjá monnum er vøksturin 0,7 prosent, ella 100 starvsfólk.  

54 prosent av starvsfólkunum vóru yvir 40 ár í august. Men størsti aldursbólkurin var tó tey starvsfólk í aldrinum 30-39 ár við góðum 20 prosentum. 

Tveir triðingar av starvsfólkunum búgva í Suðurstreymoyar- ella Eysturoyar øki

Landkortið vísir starvsfólkabýtið býtt millum øki. Býtið er rættiliga støðugt yvir tíð. Um tveir triðingar av starvsfólkunum búgva antin í Suðurstreymoyar- ella Eysturoyar øki. 

 

Lesið meira á heimasíðuni hjá Hagstovuni við at trýsta her