0 Rhesus Negativ

Eitt av nýggjaru nøvnum á Asfalt er 0 Rhesu Negativ, bólkuin fór á pall í Margarinfabrikkini í dag, sum fyrsti bólkur í tí pallinum.

 

Bólkurin ?0 Rhesus Negativ? varð stovnaður í samband við Asfalt. Teir vóru sera góðir við sínum poprock og singer songwriter stíli. Sangarin var góður og hann hevði góðan uppbakning av orkestrinum.

 

Teir komu bara heilt væl frá tí. Ofta kann ein vænta nógvir feilir av nýggjum bólkum, men so var ikki hesa ferð.

 

Elin Maria Ó. Olsen