Týski kanslarin, Friedrich Merz, lovar at veita Ukraina enn meira stuðul, enn landið higartil hevur fingið úr Týsklandi.
Stuðulin skal styrkja loftverjuna hjá Ukraina móti áhaldandi russiska álopskrígnum.
- Tað er serliga loftverjuskipanir, sum vit hugsa um, segði týski kanslarin á einum fundi í dag við Nato-leiðaran, Mark Rutte.
Friedrich Merz segði seg eisini fegnast um, at USA nú aftur tosar um at veita Ukraina meira loftverjuútgerð.
Tað er tíðindastovan, NTB, sum ber hesi tíðindi í kvøld.