005 spælir til grýludans

Ikki bara á Sandoynni, men eisini í Suðuroynni, verður hildið fast við siðvenjuna at hava dans føstulávintsmánakvøld. Í Vági verður grýludansur í VB-Húsinum mánakvøldið. Ljótasta, vakrasta og kreativasta grýla fáa vinning. Tað er bólkurin 005, ið spælir til dansin, og harvið er dygdin í lagi, og okkurt er til bæði ung og tilkomin, tí 005 spælir eitt sindur av hvørjum, og er bólkurin samansettur av royndum tónleikarum.