– Fekk Riddarakross handaðan umborð á Kongaskipinum fyri løtu síðani av Hansara Hátign Kong Frederik. Mær ein æra.
Soleiðis skrivar Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin, á Facebook í kvøld.
Tað er vanligt, tá kongur, ella sum fyrr drotningin, vitjar, at leiðandi politikarar verða slignir til riddara av Dannebrog.
Trupulleikin hjá kongi hesaferð er bara tann, at politikararnir fyri flokkarnar, sum mynda landsstýrið í løtuni, nokta at taka ímóti Riddarakrossi.
Tað var gamal, at javnaðarfólk ikki taka ímóti riddarakrossi. Hetta hevur einki við ríkisrættarligu viðurskiftini at gera, men er ein siðvenja í danska Javnaðarflokkinum, sum tó júst er tikin av. Danski Javnaðarflokkurin hevur kunngjørt, at tess lilmir nú frítt kunnu taka ímóti riddarakrossi.
Enn hevur Javnaðarflokkurin ikki broytt støðu – alment í øllum Føroyum.
Ein tingmaður hjá Javnaðarflokkinum hevur tikið ímóti Riddarakrossi, tað var Jákup Frederik Øregaard, sum umboðaði Javnaðarflokkin á tingi frá1940 til 1978.
Eisini Heðin Mortensen hevur tikið ímóti Riddarakrossinum, men tá var hann limur í Sambandsflokkinum.
Limir í Tjóðveldi taka ikki ímóti Riddarakrossi, tí tað hevði verið at undirlagt seg danskt vald, heldur flokkurin.
Framsókn er eisini ein loysingarflokkur, men greitt er ikki, um flokkurin hevur eina almenna støðu til hetta málið.
Limir í Fólkaflokkinum, sum í sínari tíð var ein loysingarflokkur, taka fegnir ímóti Riddarakrossinum, eins og limir í Sambandsflokkinum.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir er limur í formansskapinum á tingi. Tað kann vera tí, at hon er vald at taka ímóti riddarakrossinum. Joha Dahl, sum eisini er limur í formansskapinum, er longur riddari av Dannebrog, og Bjørt Samuelsen og Johannes Joensen hava helst takkað nei. Tí helst hava tey, eins og landsstýrisfólkini fingið tað í boði. Sum skilst verður tú bara spurdur einaferð. Takkar tú nei, so verður tú ikki spurdur aftur.