Hendingin fór fram í einum skjóttgangandi Rib-báti í Noregi um 19-tíðina í kvøld. Ein bokur í bátinum við fimm sitandi fólkum losnaði og øll, sum sótu í raðnum, endaðu á sjónum.
Báturin var ein túr við tíggju ferðafólkum í Eidsfjørðinum í Stad, tá bonkurin losnaði. Báturin er av slagnum Ravenrib og hevur tveir motorar á 400 hestar hvør.
Sambært norsku løgregluni fekk eingin av teimum fimm, sum endaðu á sjónum, álvarslig mein, og tað vóru starvsfólk í sjúkrabilinum, sum kom á staðið, sum kannaðu tey fimm.
- Tey vóru vát og køld, men høvdu bert onkrar smávegis løstir, sigur løgreglan.
Norska kringvarpið NRK hevur verið á staðnum og hevur verið í samband við mannin, sum var førari á Rib-bátinum.
Heimasíðan sigur, at maðurin vil ikki gera samrøðu, men sigur, at tað var, tá hann snaraði bátinum, at bonkurin losnaði, og fólkini endaðu í sjónum.
NRK leggur aftrat, at tey, sum vóru í Rib-bátinum, vóru við einum cruise-skipi, sum lá við bryggju, og øll vóru við ferðamannaskipinum, tá tað loysti aftur.
Felagið, sum skipar fyri stuttleikasiglingini við Rib-bátum, sigur, at báturin, sum misti bonkin, er tikin úr siglig, og tað er ein annar bátur hjá felagnum eisini.
Norska løgreglan sigur, at hendingin er skrásett sum eitt mál hjá teimum.