Eitt satt botnbrak verður leikt í Betrideildini hjá monnum á Dungasandi í Sørvági seinnapartin klokkan 17.
07 Vestur, ið er aftast í deildini við sjey stigum tekur ímóti TB, ið er næstaftast við 11 stigum.
16. mai vann 07 Vestur 5-0 á TB á Dungasandi. TB vann 17. apríl 2-1 á 07 Vestur við Stórá í Trongisvági.
07 Vestur hevur favorittstøðuna hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Oddsini upp á heimasigur til 07 Vestur liggja millum 1,60 og 1,80.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,75 og 4,43.
Oddsini upp á útisigur til TB liggja millum 3,30 og 4,50.
HER eru oddsini:
##med2##
##med3##