Svenska løgreglan kannar eina spreinging í einum bili har suðuri í Stokkhólmi, har ein persónur seinni varð funnin deyður, sum dráp.
Tað skrivar svenska tíðindastovan TT.
Sambært einari dagføring á heimasíðuni hjá svensku løgregluni, boðaðu fleiri fólk frá einum hørðum bresti í Östberga-økinum í Stockholm umleið klokkan 21. fríggjakvøldið.
Tá løgreglan kom á staðið, funnu teir útav, at ein bilur var sprongdur.
Í nýggjastu dagføringini klokkan á midnátt stendur, at enn eru ongar handtøkur gjørdar í málinum.
Tann deyði persónurin er heldur ikki eyðmerktur.
Viðkomandi varð funnin í sambandi við bilin, skrivar løgreglan uttan at útgreina nærri.
Talsmaðurin hjá løgregluni, Mats Eriksson, vil ikki siga TT, um eigarin av bilinum longu eru kendur av løgregluni.
Umframt at kanna málið sum dráp, heldur svenska løgreglan eisini, at talan er um álvarsligt brot á spreingievnislógina og vanda.
/Ritzau/