Tað var eingin slingur í, tá ið 07 Vestur í dag hevði vitjan av teimum næstbestu hjá EB/Streymi.
Á Dungasandi í Sørvági vann 07 Vestur 4-0. Hálvleiksstøðan var 2-0.
Álopsspælarin Holgar Djurhuus setti tíðliga í 1. hálvleiki hol á, og miðskeiðis í 1. hálvleiki økti Jovan Panic um heimaleiðsluna við góðum langskoti.
Beinanvegin í 2. hálvleiki punkteraði toppskjúttin og veteranurin á heimaliðnum, Jens Erik Rasmussen, dystin, tá ið hann økti um heimaleiðsluna til 3-0. Holgar Djurhuus staðfesti trivaliga 4-0 heimasigurin, ið ber við sær, at 07 Vestur hevur 16 stig ella sama stigatal sum oddaliðið TB, ið tó hevur spælt ein dyst fleiri enn 07 Vestur.
EB/Streymur hevur níggju stig.