07 Vestur er nýtt oddalið í næstbestu fótbóltsdeildini. Tað er greitt, eftir at vágaliðið leygarkvøldið vann 2-0 á KÍ í Klaksvík í oysandi regni. Miðskeiðis í 1. hálvleiki løgdu 07 Vestur seg á odda eftir hornaspark frá Jens Eriki Rasmussen, sum umvegis eitt KÍ høvd endaði í málinum, og miðskeiðis í 2. hálvleiki staðfesti Jovan Panic sigurin.
At heimamenninir vóru rættuliga frustreraðir kundu kortini bent á. Í 2. hálvleiki vórðu tríggir heimamenn riknir av vølli, og tað ber við sær, at fyritreytirnar undan næsta vikuskifti, tá ið KÍ skal til Leirvíkar, ikki eru góðar. Bárður Heinesen, Høgni Madsen og Henry Heinesen vórðu vístir av vølli – Bárður eftir at hava sæð gult tvær ferðir og hinir báðir eftir beinleiðis reyð kort. 07 Vestur hevur nú 39 stig á fremsta plássinum, meðan KÍ hevur 37 stig á triðja plássinum.
Tvøramenn greiddu sína skyldu
Við 4-1 sigri á heimavølli ímóti Víkingi lyfti TB seg upp á annað uppflytingarplássi saman við 07 Vestur. Teir høvdu leygardagin vitjan av Víkingi, sum síðani sigurin á KÍ á Summar Festivalinum bara hevur tapt. Víkingur legði seg á odda tíðliga í dystinum við málið sum Heðin Hansen skoraði. TB svaraði skjótt aftur og níggju minuttir seinni var TB á odda. Fyrst javnaði Bárður Dimon og síðani legði Joseph Bassene TB á odda. Í seinnu hálvu av seinna hálvleiki staðfestu Jón Magnusarson og Aron Sørensen sigurin fyri TB, sum nú liggur á øðrum plássi við 38 stigum.
HB vann á botnliðnum
B68 hevur tað meir enn torført í næstbestu deildini og hava teir bara fingið tvey stig fyri 19 dystir. HB hevði eisini lætt spæl, tá teir næstbestu hjá toftamonnum komu á vitjan í Gundadali. Páll Holm Jacobsen legði HB á odda eftir eitt lítið korter og tíggju minuttir fyri hálvleik økti Rani D. Christiansen við brotssparki, sum var gjørt ímóti honum. Í seinna hálvleiki øktu Tróndur Jensen og innskifti leikandi venjarin, Símun Eliasen, til 4-0, áðrenn Trúgvi R. Kjeld í evstu løtu minkaði um munin til 4-1.
Sær illa út hjá FC Hoyvík
Støðan hjá FC Hoyvík í botninum versnaði um vikuskiftið, tá teir taptu í Streymnesi, samstundis sum AB vann á Argjum ímóti NSÌ. Bjarni Jørgensen legði EB/Streym á odda eftir ein góðan hálvan tíma. Eitt korter fyri tíð økti Jens Michael Jensen til 2-0, áðrenn Ken Nónklett minkaði um munin tveir minuttir fyri tíð. Sum skilst, so hevði FC Hoyvík møguleikar til fleiri mál, men neyvleikin manglaði í avgerandi løtunum.
Allan aftur á Argjum
Tað var ongin minni enn Allan Mørkøre, ið var munurin, tá AB leygardagin á Argjum vann 1-0 á NSÍ. Hóast Allan Mørkøre hevur skift venjarastarvið á Argjum út við venjarastarvið í B36. So liggur spælaraloyvið framvegis úti á Argjum. Tað munnu argjamenn vera fegnir um, tí Allan skoraði einsamalla málið í 1-0 sigrinum á NSÍ. Málið kom tá góðir tíggju minuttir vóru eftir av dystinum. AB yvirhálaði sostatt NSÍ á stigatalvuni og er nú á sjeynda plássi, meðan NSÍ nú er nærmasti kappingarneyti hjá FC Hoyvík í niðurflytingarstríðnum.