Nú er tað greitt, at tað verða 07 Vestur og AB, sum næsta kappingarár flyta úr 1. deild og upp í Formula deildina.
VB/Sumba tapti 2-0 í Leirvík ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi. Tá ið AB samstundis vann stórsigur á heimavølli ímóti KÍ, er tað greitt, at AB fer at flyta upp saman við 07 Vestur. Samstundis er tað greitt, at næstbesta liðið hjá KÍ næsta ár fer at spæla í 2. deild.
07 Vestur er eftir 5-1 heimasigur á NSÍ framvegis favorittur at vinna gull. Bæði AB og 07 Vestur skulu í síðsta umfari spæla á útivølli.
Eitt stig ímóti B68 í dag er neyvan nóg mikið hjá EB/Streymi til at varðveita plássið í deildini. EB/Streymur er trý stig aftanfyri NSÍ, sum hevur væl betri málmun enn EB/Streymur.
Meiri verður at frætta um dystirnar seinni í dag.
26. umfar
AB-KÍ 8-1 (5-1)
TB-HB 1-1 (0-1)
07 Vestur-NSÍ 5-1 (2-0)
Víkingur-VB/Sumba 2-0 (1-0)
EB/Streymur-B68 2-2 (2-1)
Støðan eftir 26 umfør
07 Vestur 62
AB 61
VB/Sumba 56
TB 52
Víkingur 30
B68 25
HB 24
NSÍ 23 -26
EB/Streymur 20 -60
KÍ 19
27. umfar
25. oktober
VB/Sumba-EB/Streymur
NSÍ-Víkingur
HB-07 Vestur
TB-KÍ
B68-AB