07 Vestur vann botnbrakið

Betrideildin, menn: 07 Vestur vann týðandi stig og gav AB áttanda tapið á rað.

Tað vóru týðandi stig upp á spæl í Sørvági í dag, har botnbrak var ímillum 07 Vestur og AB. Bæði liðini høvdu stóran tørv á at fáa stig á kontuna til botnstríðið, har serliga júst hesi bæði liðini hava verið afturúrsigld.


Ken Fagerberg hevði ein risa møguleika at leggja heimamenninar á odda í fyrra hálvleiki, men úr stuttari fjarstøðu rakti hann á tvørtræið. Hetta var størsta hendingin í fyrra hálvleikinum, sum endaði málleysur 0-0.


Forloysandi málið hjá 07 Vestur kom tá ið eitt korter var eftir. Tað var nýggi danski framherji teirra, Sonny Jakobsen, sum var á blettinum og gav heimaliðnum eina 1-0-leiðslu, sum teir hildu allan dystin.


Við 1-0-sigrinum hevur 07 Vestur vunnið seg upp á sjey stig, sum er eitt stig færri enn AB og átta stig frá bjargingini. Tapið hjá AB var tað áttanda á rað í Betrideildini. Teir hava ikki vunnið síðani 13. mai.


--


07 Vestur – AB 1-0 (0-0)

1-0: Sonny Jakobsen, 75.


NSÍ – TB/FCS/Royn 1-0 (0-0)

1-0: Klæmint A. Olsen, 82.


Skála – Víkingur 0-2 (0-2)

0-1: Adeshina Lawal, 25.

0-2: Filip Djordjevic, 34.


--


Betrideildin

1. HB, 46 stig (18 dystir)

2. KÍ, 41 stig (18 dystir)

3. NSÍ, 36 stig (18 dystir)

4. Víkingur, 35 stig (18 dystir)

5. B36, 30 stig (17 dystir)

6. EB/Streymur, 18 stig (18 dystir)

7. Skála, 18 stig (18 dystir)

8. TB/FCS/Royn, 15 stig (18 dystir)

9. AB, 8 stig (18 dystir)

10. 07 Vestur, 7 stig (17 dystir)