Orsøkin til at Børge hevur keypt akkurát hendan bilin, er tann at hann hevur serliga góð minnir um júst hesar Ford Con-sul frá sínum ungdómsárum. Bæði hann sjálvur og onk-ur av hansara systkinabørnum høvdu slíkar bilar.
Eftir at hava leitað á netinum fann hann hendan Consul Coupe GT í Hollandi. Bilurin er upprunaliga komin úr Sveis. Børge keypti bilin í 2016 og fekk hann heim við Faroe Ship.
Bilurin var í hampiliga góðum standi, men hann hevur gjørt nak-að við hann. Hann hevur t.d. skift skermarnar framm-an, sum vóru rustaðir. Eisini er bilurin lakkeraður av nýggj-um. Bilurin hevur originalt venyltak við upprunalitinum.
Hesin hevur 2.6 litra 6-syl. motor við 126 hk og óorginalan manu-ell-an 5 trins gearkassa.
Consul er eitt gamalt bilmerki hjá Ford. Teir fyrstu Ford Con-sul vórðu gjørdir frá 1951 til 1962. Consul varð bas-is-mod-ell-ið, meðan Ford Zephyr og Ford Zodiac vóru tær fín-aru útgávurnar.
10 ár seinni, í 1972, kom ein heilt nýggjur Ford Consul, sum av-loysti táverandi Ford 17M og 20M. Hesin fekst eisini í luks-us útgávuni Ford Granada. Í 1976 fall Consul navnið burt-ur, og navnið var bert Granada.
Lesið meira í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið. Haldarar kunnu lesa blaðið á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##