1.000.000 fólk hava sæð ein svenskan tv-vert spýggja

Á YouTube kann man fara inn at síggja eitt brot, har ein svenskur tv-vertur spýr ? og hetta hava 1.000.000 fólk longu gjørt! Hóast brotið av 19-ára gomlu Eva Nazemson, ið er studentanæmingur og tv-vertur í frítíðini, bert er nakrar dagar gamalt, er tað longu vorðið sera populert! Klippið er frá sunnudegnum, har Eva var vertur í einari quizsending á svensku rásini TV4.

Aftan á hesa hendingina hevur Eva fingið nógva rós og blómur frá TV4.

 

Inni á youtube.com ber til at síggja brotið av Evu ? bæði í einari remix- og slowmotionútgávu!