1.300 føroyingar eiga Harry Potter

Bøkurnar um Harry Potter hava sligið øll sølumet, bæði fyri bøkur til vaksin og børn

 

BÓKAÚTGÁVA

Tíðindaskriv



Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út næstu bókina um Harry Potter. Hendan eitur Harry Potter og kamarið við loynidóminum ? og hon kom í bókabúðirnar í síðstu viku

Bøkurnar um Harry Potter hava sligið øll sølumet, bæði fyri bøkur til vaksin og børn: Síðan tann fyrsta, Harry Potter og vitramannasteinurin, kom út í 1997, eru seldar fleiri enn 100 milliónir eintøk um allan heimin. Tann fyrsta bókin er týdd til 42 ymisk tungumál, frá albanskum til zulu, og bøkurnar hava at kalla uttan støðg ligið ovast á sølulistunum í Evropa, Norður- og Suðuramerika ? og í Kina, har tað er staðfest, at fleiri eintøk eru seld av Harry Potter bókum enn »Lítlu reyðu« hjá sjálvum Mao, formanni! Eisini í Føroyum hevur móttøkan verið góð: Harry Potter og vitramannasteinurin er seld í knøppum 1300 eintøkum, og hetta er nógv heima hjá okkum.

Bøkurnar hava vunnið ein hóp av virðislønum, og beint nú leggja tey hjá Warner Bros. síðstu hond á fyrsta biograffilmin, sum væntandi verður frumsýndur til jóla í ár.

Higartil hevur J. K. Rowling skrivað fýra bøkur av ætlandi sjey, eina fyri hvørt árið, Harry er í Hogwarts. Tann triðja á føroyskum kemur fyri jól í ár.

Harry Potter og kamarið við loynidómum byrjar eins og fyrsta heima hjá fosturforeldrum Harrys. Hann er í summarfrítíð og upplivir har m.a. ringasta føðingardagin nakrantíð. Og tað sigur ikki so lítið, tí Harry hevur aldrin havt tað gott hjá Dursley fólkunum. Har hendir ymiskt løgið ? og stuttligt. Onkur er, sum roynir at forða Harry at fara aftur í Hogwarts. Tað er tað allarringasta, ið kann henda, tí ikki fyrr enn Harry frætti frá gandaskúlanum og fekk at vita um sín egna uppruna, hevur hann varnast, at hann er nakað ? og at tað eru fólk, ið halda nógv um hann og eru góð við hann. Men samstundis ásannaði hann eisini, at hann eigur ræðandi óvinir, ið liggja honum eftir lívinum.

Afturkomin í Hogwarts á sera minnisverdan hátt verða Harry, Ron og Hermione skjótt blandað upp í sera spennandi hendingar, tí tað gongur sum rótasúpan, at kamarið við loynidómum er latið upp, og óndar maktir leggja eftir næmingum av muglaraætt?

Harry Potter og kamarið við loynidómum er ? um gjørligt ? enn meira spennandi enn fyrsta bókin. Vit hitta nýggjar persónar, og støðugt tekur søgan óvæntaða vend, tá ið tú fært meir at vita um teir, ið vit hitta aftur?

Gunnar Hoydal hevur týtt bókina úr enskum. Hon 286 blaðsíður, innbundin í stíva permu og kostar kr. 198 í bókabúðunum. Spf Hestprent hevur umbrotið og prentað bókina.