Altjóða samfelagið brúkti í fjør 1.339 milliardir dollarar til hernaðarmál, og USA brúkti næstan helmingin Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá svenska granskingarstovninum Sipri.
Umroknað til fólkatalið í heiminum kostaðu hernaðarmál 202 dollarar fyri hvørt mansbarn á Jørðini.
Tey fimm londini, sum brúktu mest til hernaðarlig endamál í fjør, vóru USA, Bretland, Kina, Frakland og Japan.