Fýra dystir hava verið í næstbestu deildini hjá monnum í dag. Greiða oddaliðið, HB, tapti aftur í dag og er nú ikki longur somikið greitt oddalið. Hesaferð taptu teir 0-3 ímóti Víkingi í Leirvík.
Í Streymnesi framdi EB/Streymur eitt frálíkt comeback, har teir eftir at hava verið aftanfyri 0-2 megnaðu at vinna dystin 5-3 ímóti KÍ.
Í Gundadali tapti B36 aftur; hesaferð 0-1 ímóti B68. Í Vági var sonn málveitsla, og tað var málrevurin Jón Krosslá Poulsen, sum við máli í yvirtíðini javnaði til endaliga úrsliti 3-3 ímóti Skála.
Úrslitini í dag bera við sær í oddanum, at B68 nærkast HB og er nú fimm stig aftanfyri teir. B71 líkist alt meiri einum niðurflytara, nú EB/Streymur hevur gjørt eitt hál.
Úrslitini í dag
FC Suðuroy - Skála 3-3 (1-2)
0-1: Ólavur Mikkelsen, 14.
0-2: Brian Jacobsen, 17.
1-2: Búi Egilsson, 43.
2-2: Salmundur Bech, 69.
2-3: Brian Jacobsen, 73.
3-3: Jón Krosslá Poulsen, 93. (br.)
B36 – B68 0-1 (0-0)
0-1: Jonleif Højgaard, 56.
Víkingur - HB 3-0 (1-0)
1-0: Magnus Jarnskor, 25.
2-0: Sverri Jacobsen, 65.
3-0: Svein Justinussen, 86. (br.)
EB/Streymur - KÍ 5-3 (2-2)
0-1: Bárður Hansen, 24.
0-2: Jósup Henriksen, 34.
1-2: Árni G. Olsen, 36.
2-2: Hanus Olsen, 40.
3-2: Árni G. Olsen, 53.
4-2: Árni G. Olsen, 67.
5-2: Jónstein Magnussen, 69.
5-3: Steinbjørn Olsen, 80.
Útv.: Ólavur F. Ejdesgaard (EB/Streymur) og Jákup Andrias Hansen (EB/Streymur)
Støðan
1. HB 42 stig
2. B68 37 stig
3. Skála 34
4. FC Suðuroy 34 stig
5. B36 27 stig
6. Víkingur 27 stig
7. KÍ 26 stig
8. EB/Streymur 20 stig
9. TB 19 stig
10. B71 14 stig