Seinnapartin klokkan 17 byrjar dysturin í 1. deild hjá monnum í Sarpugerði í Norðragøtu millum Víking 2 og AB.
Víkingur er fremst í deildini við 45 stigum. AB er nummar fimm við 36 stigum.
Víkingur spælir fyri at vinna deildina, og AB spælir fyri at enda millum trý tey ovastu liðini, og harvið tryggja sær eina beinleiðis uppflyting til bestu deildina.
Báðu ferðirnar liðini hava spælt móti hvørjum øðrum fyrr í ár hevur tað verið á Argjum, og eru báðir dystirnir endaðir við javnleiki 1-1.
Víkingur er favorittur hjá veddingarfyritøkunum, ið lata odds upp á dystin. Tó er ikki talan um eina stóra favorittstøðu.
Oddsini upp á heimasigur til Víking 2 liggja millum 1,93 og 1,99.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,40 og 3,76.
Oddsini upp á útisigur til AB liggja millum 3,25 og 3,41.
HER eru oddsini:
##med2##
##med3##