Tað hevur gingið væl hjá stálbygda útróðrarbátinum Brandi í ár. Janus Sørensen á Viðareiði eigur bátin. Tað eru tríggir mans umborð, og tveir eru í landi.
Nú árið nærkast endanum, og tað neyvan verða nógvir útróðrardagar aftrat, hava teir gjørt tilsamans 94 túrar og hava fiskað fyri umleið 7,5 milliónir krónur.
- Hetta er besta árið í veiðivirði hjá okkum, síðan eg byrjaði at rógva út fyri umleið 40 árum síðan, sigur Janus Sørensen, sum ikki minst letur væl at fiskaprísinum.
Prísurin hevur verið framúr, og miðalprísurin hevur í seinastuni ligið millum 25 og 30 krónur fyri kilo. Allur útróðrarfiskurin verður seldur á uppboðssølu.
- Vit hava gjørt fleiri túrar í seinastuni, og fiskiskapurin hevur verið á heilt góðari leið. Vit seta 45 stampar hvørja ferð, og fiskiskapurin hevur ligið millum 8.000 og 13.000 pund á setuna.
Janus Sørensen letur væl at fiskinum og sigur, at bæði toskur og hýsa eru feit. Í seinastuni hevur ein stórur partur av veiðini verið toskur.
##med2##
- Hýsan hevur eisini verið størri, enn hon hevur verið leingi, og hon er ógvuliga feit. Hetta er hýsa, sum hevur vaksið seg størri, sigur hann.
Útróðrarmaðurin sigur, at teir eisini hava gjørt fimm túrar á Føroyabanka í ár, og hesir lógu allir millum 12.000 og 20.000 pund á 66 stampum hvørja ferð.
- Jú, hetta hevur verið eitt gott ár hjá okkum, og vit eru nøgdir.
Janus Sørensen sigur, at nú verða ikki nógv fleiri túrar gjørdir í hesum árinum, men kanska onkur túrur verður millum jól og nýggjárs, um veðrið loyvir tí.