1. hálvleikur: Ring VB byrjan


 

Steypafinala, kvinnur. VB-VÍF

Støðan eftir fyrra hálvleik: 9-13


VB fekk eina stak ringa byrjan upp á finaludystin móti VÍF. 12 minuttir gingu, áðrenn VB fekk fyrsta málið. Ikki minst takkað verið eini væl spælandi Manuelu Stan í VÍF málinum.

6-0 var støðan, áðrenn VB fekk fyrsta málið, og nú røkist til, at seinni hálvleikur verður ein dystur móti tíðini, har VB skal royna at vinna tað mista inn aftur