1.september virkar nýggja skipanin

Fólkaflokkurin er einsamallur móti nýggju skipanini, men talan er meira um neyðsemju enn nakað annað hjá hinum seks flokkunum

1.september byrjar nýtt fiskiár og tá verða fiskidagarnir býttir eftir tí leisti, sum er lagdur í broytingaruppskotinum, sum Løgtingið hevur viðgjørt í dag.

 

Fleiri tingfólk søgdu undir orðaskiftinum, at hetta ikki er nakar virðiligur máti at viðgera høvuðsvinnuna uppá. Tað er ikki ein uppgáva hjá tinginum at áseta dagatal hjá fiskivinnuni. Tað eigur umsitingin at gera.

 

Løgtingið skal taka sær av lógarsmíðnum, sum hetta so verður gjørt eftir.

 

Orðaskiftið í dag vísti greitt, at Fólkaflokkurin hevur valt at vera ímóti broytingunum. Hetta verður gjørt fyri í ein mun at tekkajst vinnu8ni, men eisini tí flokkurin heldur, at "buffarin" ella "bluffarin", sum hann eisini verður nevndur er ein skipan, sum líkist politiskari útluting.

 

Aftanfyri bæði ósemju og semju liggur eisini vitanin um, at politiska skipanin um stutta tíð eisini skal viðgera nýskipanina av fiskivinnuni.

 

Tí er tað avgerandi júst nú at gera vart við, hvar ymsu flokkarnir standa í tí málinum.

 

Funnist hevur verið at, at landsstýrismaðurin vil gera so nógvar broytingar í fiskidagaskipanini nú, tá ið vit frammanundan vita, at øll lógin um vinnuligan fiskiskap skal broytast áðrenn 1.januar 2018.

 

Semja er í tinginum um, at niðurskurðurin ikki er serliga stórur, tá ið talan er um brúktar dagar. Politiski sigurin hjá landsstýrismanninum Høgna Hoydal er, at hann nú hevur fingið semju í lag millum seks av teimum sjey flokkunum á tingi.

 

Uppá sikt kann hetta vera spírin til eina semju um lógina um vinnuligan fiskiskap. 

 

Við atkvøðugreiðsluna fekk broytingaruppskotið, sum semja var um,  23 atkvøður fyri og seks ímóti.

Við hesum eru fiskidagarnir fyri næsta ár samtyktir.