Løgreglan gjørdi í gjárkvøldi ferðslukanningar í Sandoy. 9 bilførarar fingu bót, meðan ein fekk klipp í koyrikortið.
Flestu, fimm av bilførarunum, fingu bót fyri lyktafeilir, meðan tveir fingu bót fyri niðurslitin dekk. Ein fær bót fyri at halda fartelefonini í hondini, meðan hann tosaði og koyrdi bil, meðan ein annar fær bót fyri ikki at sita í trygdarbelti.
Ein fekk klipp í koyrikortið, tí at eitt barn sat leyst í bilinum.
Løgreglan gjørdi eisini kanningar í Havn í gjárkvøldið, men har var eingin fongur hjá løgregluni. Tað var tað heldur ikki, tá hon royndi seg aftur á Sandoy í morgun.