Tað var H71, sum á sinni tók stig til at skipa fyri einum gallakvøldið fyri hondbóltin. At byrja við skiftust ymsu feløgini um at skipa fyri veitsluni, men seinastu fýra árini hevur tað verið hondbóltsdómarafelagið, sum hevur staðið fyri kvøldinum.
Fyrireikararnir siga, at nú talan er um 10. veitsluna, er ætlanin at gera eitt sindur eyka burturúr. Millum annað verður sagt, at øll tey, sum hava tikið móti virðislønum seinastu 10 árini árini, eru boðin við.
Umframt at reypa og trætast um júst lidna hondbóltsárið er hetta eisini kvøldið, har bestu spælararnir á árinum verða kosnir. Atkvøðuseðlarnir til hetta eru sendir út til feløgini.
Sum vant, so verður talan eisini um dans eftir tiltakið, og er tað nærum fastur siður, at tað er Spaðar 5, sum stendur fyri hesum. Borð- og undirhaldinum standa Jákup Veyhe og Kim Hansen fyri.