Seinastu dagarnar hevur in.fo havt eina spurnarkanning, har lesarar á in.fo kunnu atkvøða um teir vilja halda tað skulu verða 8, 10 ella 12 lið í Effo-deildini. Spurningurin er blivin aktuellur, eftir at TB hevur lagt fram uppskot um at økja talið av liðnum í bestu deildini.
Úrslit av spurnarkanning á in.fo:
Svar 1: 8 lið í Effo-deildini: 196 atkvøður (Svarar til 30.72 prosent)
Svar 2: 10 lið í Effo-deildini: 245 atkvøður (Svarar til 38.40 prosent )
Svar 3: 12 lið í Effo-deildini: 197 atkvøður (Svarar til 30.88 prosent)
Her sæst, at ein meiriluti av lesarunum hjá in.fo metir, at verandi skipan við 10 liðum í Effo-deildini er tann besta. Tó er meirilutin lítil, tí við næstan 200 atkvøðum í part hava svar 1 og 3 finið áleið 30 prosent í part.
Hetta gevur eina ábending um, at tað er vert at fara í eitt kjak, har landskappingin verður endurskoðað. Sum kappingin er í løtuni, so spæla liðini tríggjar ferðir móti hvørjum. Í eini landskapping við átta liðum høvdu liðini spælt fýra ferðir móti hvørjum, meðan tað við 12 liðnum hevði verið spælt tvær ferðir móti hvørjum.
Tað gevur 28 dystir við 8 liðnum - 27 dystir við 10 liðnum - og 22 dystir við 12 liðnum.
Í seinnapartssendingini á Rás2 í dag, fer Fótbóltspanelið at kjakast um millum annað hendan spurningin. Seinnapartssendingin er frá klokkan 15 til 17.