Eystari landsrættur staðfesti í gjár avgerðina hjá Føroya rætti, um at fongsla ein mann í 10 mánaðir, fyri at hava hótt løgreglufólk og familju teirra.
Eystari landsrættur viðgjørdi í gjár eitt mál um hóttanir. Ein maður var í Føroya rætti dømdur 10 mánaðir fongsulsrevsing, fyri at hava hótt nøkur løgreglufók og familjur teirra, í samband við eina handtøku í heyst.
Ein dagin møtti løgreglan upp í heiminum hjá tí dømda, fyri at handtaka ein annan mann, sum teir høvdu fingið boð um var og vitjaði nú dømda mannin. Maðurin, ið skuldi handtakast, skuldi eftir ætlan møta í rættinum tann dagin, men møtti ikki, og tí fór løgreglan eftir honum.
Løgreglan møtti mannsterk, tí hon visti, at maðurin, ið átti húsini, sambært vakthavandi á løgreglustøðini tann dagin, hann var handtikin, hvørki vil hoyra ella síggja løgreglufólk.
Maður gjørdist eisini í øðini, tá hann sá løgregluna steðga í túninum, og gav løgreglufólkunum greið boð, at løgreglan ikki slapp á gátt hjá honum. Komu tey á gátt, skuldi tað standa millum lív og deyð. Fyri at vísa, at hann meinti tað í álvara, gjørdi dømdi tekin móti løgregluni, sum um, at hann løddi eina pumpgun og meddaði móti løgregluni.
Løgreglufólkini tóku seg inn í húsini og handtóku mannin, tey vóru komin eftir. Inni í húsinum skumpaði maðurin tveir løgreglumenn, við tí úrsliti, at hann eisini var handtikin.
Tað var tó serliga á biltúrinum frá heimi mansins oman á løgreglustøðina, at ógvusligast hóttanirnar fullu. Ferð eftir ferð hótti maðurin við, at dómadagur fór at koma, og hann var evsti dómari. Hann heitti eisini á løgreglufólkini, um at hugsa um tað besta fyri sínar familjur, og sleppa sær leysum.
- Eg kann neyðtaka børn tíni 10 ferðir, uttan at vera dømdur til forvaring, segði maðurin meðan hann nikkaði móti trimum av løgreglufólkunum, eitt eftir eitt.
Hóttanirnar vóru greiðar og rættaðar bæði móti løgreglufólkunum sjálvur og familju teirra. Í einum førum, nevndi maðurin navnið á einum beiggja einum av løgreglufólkunum, sum hann eisini skuldi revsa.
- Eg skal revsa tína familju, hart og kontant, kalt og kyniskt, segði maður við ein av løgreglumonnunum.
Fleiri av løgreglufólkunum greiddu frá, at hóttanirnar høvdu merkt tey, og at tey gjørdist bangin um familjuna.
Ákærin vísti á, at maðurin fleiri ferðir fyrr er revsaður fyri hóttanir og í fleiri førum eisini fyri at hava útint hóttanirnar. Tí metti ákærin, at hetta ikki kundi metast sum leysar hóttanir, men at ein veruligur vandi var fyri, at maðurin kundi sett hóttanirnar út í lívið.
Verjin metti, at talan var um eina røð av misskiljingum, og at tað var umdømi hjá manninum, ið dømdi hann, heldur enn veruligu gerðirnar. Hann metti, at talan var um ein heldur harðligan orðadrátt, men at hóttanirnar als ikki skuldu takast í álvara.
Dómararnir valdu tó at staðfesta dómin, sum maðurin fekk í Føroya rætti. Maðurin fekk tí 10 mánaðar fongsulsrevsing og verður sitandi í varðhaldi, inntil hann skal inn at sita.