Kyndilskvinnur kundu hátíðarhalda júst lokna kappingarárið við fýra steypum og heiðursgripum aftaná 30-28 sigurin á VÍF í høllini í Vestmanna í fjórðu FM-finaluni í SMS-deildini, ið gav teimum ein samlaðan 3-1 FM-finalusigur.
Kyndil hevur vunnið bæði FM, steypakappingina, grundspælið og Lions-bikarið.
Samstundis er talan um tíggjunda meistaraheiti í søguni hjá kyndilskvinnum. Tað fyrsta varð vunnið í tí Harrans ári 1964. Tað merkir, at kyndilskvinnur kunnu hava eina stjørnu omanfyri búmerkið, ið er siður, tá eitt lið hevur vunnið 10 meistaraheiti.
Í kvøld var Turið Arge Samuelsen við 12 málum enn eina ferð toppskjútti hjá Kyndli.
Turið hevur verið toppskjútti í deildini fimm ár á rað: við ávikavist 188 málum, 279 málum, 230 málum, 258 málum og 267 málum.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá fjórðu FM-finaluni í SMS-deildini:
##med2##












