Trý fólk handtikin í stórum máli um kokain

Føroya Politi handtók í gjárkvøldið trý fólk í sambandi við kanningarbeiði í stórum rúsevnismáli.

Fólkini eru skuldsett fyri at hava smuglað fimm kg av kokaini til Føroya og eisini fyri at hava selt størstapartin av hesum í Føroyum.

Handtøkurnar í gjárkvøldið eru eitt úrslit av einum skipaðum og miðvísum arbeiði hjá politinum seinastu mánaðirnar.

 

Talan er um eina kvinnu og tveir menn, sum øll eru í tjúgunum og búsitandi í Føroyum.

 

Fólkini vera mett at hava ein stóran leiklut í føroyska rúsevnisumhvørvinum.

Tey handtiknu verða framstillað í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti í dag kl. 10.