Ein danskur lotto-vinnari misti seinastu nátt møguleikan at fáa tær góðar 10 miljónir krónurnar, sum viðkomandi vann í lotto fyri einum ári síðan. Vinnaraseðilin varð keyptur 1. páskadag í fjør hjá Søegaards Vinhus í Adelgade í Skive.
Seðilin gav ein vinning upp á góðar 10 miljónir krónur, men hetta hevur eigarin eftir øllum at døma ikki heft seg við.
Vinningurin er ongantíð heintaður, og tá hin tíggjufaldi miljóningurin spældi ikki-skrásettur, hevur Danske Spil ikki havt møguleikan at finna fram til vinnaran.
Á midnátt í gjárkvøldið gekk freistin so út til at gera krav upp á vinningin og vinnarin, sum ongantíð gav seg til kennar, fer soleiðis í søguna, sum ein av teimum mest óhepnu.
Vinningurin fer aftur í ?pottin? hjá Danske Spil og fer soleiðis at koma øðrum til góðar.