10 ára gamal drápsmaður

Ein 10 ára gamal drongur í svenska býnum Ljungby í Småland hevur viðgingið, at tað var hann, sum myrdi ein fýra ára gamlan drong, sum varð funnin deyður tann 16. oktober.

Ein talskvinna fyri løgregluna sigur við blaðið Dagens Nyheter, at tann 10 ára gamli drongurin er tann einasti, sum løgreglan hevur havt illgruna til. Drongurin hevur verið til avhoyringar fleiri ferðir, men ikki fyrr enn fyrradagin greiddi hann frá, hvat var hent tann 16. oktober. Hann hevur sagt, at tann hann kvaldi tann yngra drongin við einum bandi.

Tann 16. oktober var tann fýra ára gamli drongurin á einum spæliplássi saman við systkinum sínum. Men børnini fóru at klandrast, og tann fýra ára gamli rýmdi frá hinum. Hetta var um fimm tíðina seinnapartin, og tá hann ikki var komin aftur hálvan triðja tíma seinni, ringdu foreldrini til løgregluna. Fimm tímar seinni varð líkið av dronginum funnið millum nøkur trø nærhendis spæliplássinum.