Í dag eru 18 ár síðani, at Tjóðveldi fyri fyrstu ferð gjørdist størsti flokkur í Føroyum. Tað var á løgtingsvalinum sum var hendan dagin, 30. apríl í 1998.
Stórar politiskar rembinar vóru í Føroyum í nítiárunum. Fyri Javnaðarflokkin var løgtingsvalið í 1994 katastrofuvalið. Flokkurin fór úr 27,5 prosentum av atkvøðunum niður í 15,3, og flokkurin misti helmingin av tingmanningini, fór úr 10 niður í 5 løgtingsumboð. Tá stillaði Verkamannafylkingin upp, sum var eitt beinleiðis mótmæli í móti politisku skipaini – serliga ímóti Javnaðarflokkinum. Hesin nýggi flokkur fekk trý fólk vald á ting, fakfelagsleiðararnar Ingeborg Vinther og Óla Jacobsen og Kristian Magnussen.
Tað stóð heldur ikki væl til hjá Tjóðveldisflokkinum seinast í áttiárunum og í nítiárunum. Flokkurin fekk bara fýra tingfólk vald í 1994. Men á løgtingsvalinum í 1998 hendi stór broyting – serliga hjá Tjóðveldisflokkinum.
Flokkurin fekk 3.083 feliri atkøvður fleiri á valinum 30. apríl í 1998 í mun til í 1994. Tað var ein framgongd upp á 10,1 prosent, sum gav Tjóðveldisflokkinum 23,8 prosent av atkvøðunum. Høgni Hoydal var stóri atkvøðuslúkurin við 1.561 persónligum atkvøðum í Suðurstreymoyar valdømi.
Tjóðveldi hevur ein aðra ferð verið størsti flokkur, tað var á løgtingsvalinum í 2008, tá flokkurin fekk 23,3 prosent av atkvøðunum.
Størstu flokkar seinastu 25 árini hava verið:
2015 Javnaðarflokkurin 25,1 prosent
2011 Sambandsflokkurin 24,7 prosent
2008 Tjóveldi 23,3 prosent
2004 Sambandsflokkurin 23,7 prosent
2002 Sambandsflokkurin 26 prosent
1998 Tjóðveldisflokkurin 23,8 prosent
1994 Sambandsflokkurin 23,4 prosent
1990 Javnaðarflokkurin 27,5 prosent
Tey, sum vórðu vald á ting í 1998 – og sum framvegis sita á tingi, eru:
Jógvan á Lakjuni (A)
Edmund Joensen (B)
Annita á Fríðriksmørk (E)
Høgni Hoydal (E)
Jenis av Rana (H)
Heðin Mortensen (B)
Helena D. á Neystabø (D)
Jørgen Niclasen (A)
Páll á Reynatúgvu (E)
Hendrik Old (C)
(Høgni Hoydal og Henrik Old hava farloyvi úr løgtinginum í løtuni, tí teir eru landsstýrismenn)
Av teimum vórðu Annita á Fríðriksmørk, Høgni Hoydal, Heðin Mortensen og Páll á Reynatúgvu vald fyri fyrstu ferð.
Úrslitið á valinum 30. apríl í 1998 var hetta:
Flokkur | Atkvøður | Prosent |
|
| Tingfólk |
|
| 1998 | +/− | 1998 | +/− | 1998 | +/− |
Tjóðveldisflokkurin | 6 584 | +3.083 | 23,8 | 10,1 | 8 | 4 |
Javnaðarflokkurin | 6 063 | +2.145 | 21,9 | 6,5 | 7 | 2 |
Fólkaflokkurin | 5 886 | +1.795 | 21,3 | 5,3 | 8 | 2 |
Sambandsflokkurin | 4 995 | −991 | 18 | −5,4 | 6 | −2 |
Sjálvstýrisflokkurin | 2 116 | 677 | 7,6 | 2 | 2 | 0 |
Miðflokkurin | 1 125 | −366 | 4,1 | −1,7 | 1 | −1 |
Kristiligi Fólkaflokkurin | 698 | −908 | 2,5 | −3,8 | 0 | −2 |
Verkamannafylkingin | 215 | −2.206 | 0,8 | −8,7 | 0 | −3 |
Tilsamans | 31 601 |
| 100 |
| 32 |
|
Hesi valevni eru vald á ting á løgtingsvalinum 30. apríl í 1998:
Norðoyggjar:
Anfinn Kallsberg (A)
Jógvan við Keldu (A)
Vilhelm Johannesen (C)
Heini O. Heinesen (E)
Eysturoy:
Jógvan á Lakjuni (A)
Dan Reinert Petersen (C)
Signar á Brúnni (E)
Edmund Joensen (B)
Alfred Olsen (B)
Sámal P. í Grund (D)
Norðstreymoy:
Jákup Suni Joensen (A)
Hans Pauli Strøm(C)
Jógvan Durhuus (E)
Suðurstreymoy:
Óli Breckmann (A)
Bjarni Djurholm (A)
Katrin Dahl Jakobsen (C)
Kristian Magnussen (C)
Annita á Fríðriksmørk (E)
Høgni Hoydal (E)
Finnbogi Ísakson (E)
Jenis av Rana (H)
Heðin Mortensen (B)
Lisbeth L. Petersen (B)
Helena D. á Neystabø (D)
Vágar:
Jørgen Niclasen (A)
Marjus Dam (B)
Sandoy:
John Petersen (A)
Páll á Reynatúgvu (E)
Suðuroy:
Jóannes Eidesgaard (C)
Hendrik Old (C)
Hergeir Nielsen (E)
Flemming Mikkelsen (B)