10 skulu kappast í BarnaPrix

Eftir at tiltakið BarnaPrix hevur ligið stilt í nøkur ár verður nú blást lív aftur í hesa sangkappingina.

Í dag eru fleiri sangkappingar fyri ung og vaksin men eingin til børnini. Men tað vilja fyrireikararnir nú broyta.

- Tað er eingin ivi um, at tað er tørvur á at geva børnunum sum duga, hava hug og vilja syngja, ein pall at royna seg á, siga fyrireikararnir, sum tó ikki fara at sláa tað alt ov stórt upp hesaferð.

Í fyrstu syftu fara tey bara at skipa fyri kappingina í høvuðstaðnum. Her verður audition í Rex fríggjadagin í hesi og fríggjdagin í næstu viku.

10 børn skulu kappast í finaluni sum verður 4 mai. Vinnarin av BarnaPrix 2012 sleppur at syngja á G-festivalinum og á Summarfestivalinum