10-tal til Rógva

Uttan at tað beinleiðis hevur verið eitt trýst, so ásannaði Rógvi Jacobsen, at tað var hugaligt, nú málmetið á landsliðnum er tikið

Modena, Italia: Modena er kanska ikki tað staðið á heimskortinum, sum hevur størstu boðini at bera føroyingum. Mentanarliga verður Pavarotti helst altíð størsti varði teirra, eins og Ferrari-verksmiðjan er ein stórur stoltleiki í økinum.

Men fyri føroyingar fekk Alberto Braglia ein nýggjan týdning, tá Rógvi Jacobsen stútaði innlegg frá Johan Troest Davidsen upp um Marco Amelia og í netið. Málið var tað tíggjunda, sum Rógvi hevur skotið í altjóða dysti fyri Føroyar, og tað er met.

- Hatta er eitt gott innlegg frá Johan, sum eg sjálvandi fari upp eftir. Eg haldi eg missi eitt fet, og ivist í, um eg yvir høvur náddi bóltinum. Eg væntaði faktist ikki, at eg rakk honum, men tað var fantastiskt at síggja handan bóltin fara inn, segði Rógvi.

Og tú vart skjótur at markera, at hetta var nummar 10?

- Ja. Nú er hetta metið hjá Toda nevnt fleiri ferðir. Eg havi sjálvandi ikki vilja tosað ov nógv um tað, men tað er deiligt, at hetta ikki longur er ein spurningur. Nú er metið tikið, og so má eg royna at fáa nøkur mál afturat. Eg vil ikki siga, at eg havi kent nakað trýst í so máta. Men eg hevði sett mær fyri, at metið skuldi takast, so tað er á ein hátt ein lætti, at eg havi rokkið tí málinum.

Og so fert tú kanska at loyva øðrum framat í málskjótingini eisini?

- Tað skulu teir sjálvandi vera væl komnir til. Tað skal so ikki verða nakar trupulleiki!