10% verið á vali í Kvívík

Tað er í dag, at fólkið í Kvívíkar kommuna fáa høvi at fara á fólkaatkvøðu at siga sína hugsan um kommunusamanlegging. Dánjal Petur Múller, borgarstjóri, sigur, at tilsamans hava 421 fólk vælrætt og fyri lítlari løtu síðani høvdu 10% verið á vali, ella góð 40 fólk.

Valhølið, sum er í skúlanum í Kvívík, verður opið til klokkan 20 í kvøld.

Á fólkatkvøðuni fáa tey fleiri møguleikar at velja ímillum. Tey sleppa at velja um tey vilja leggja saman við Havnini, saman við Vestmanna ella saman við Vágum.

Tey kunnu eisini seta krossin við ein teig, sum sigur, at Kvívík skal framhaldandi verða kommuna fyri seg sjálva. Men so skulu tey kortini velja ein av hinum trimum møguleikunum, skuldi tað hent, at tey verða tvingað at leggja saman.

Fimm bygdir eru í Kvívíkar Kommunu: Kvívík, Válur, Stykkið, Leynar og Skælingur.