Tað hevur verið grindaboð í Vágum í morgun og nú hevur grindin lagt beinini í Miðvági.
Tað var Brimil, sum fann grindina 1,5 fjórðing suður úr Bøsdalafossi og hann boðaði frá grindini klokkan 4.05 í morgun, sigur Finborgi Midjord, sýslumaður.
Bátar fóru til grindina, og gjørt varð av at reka hana á Miðvág. Raksturin gekk væl í fyri eini løtu síðani varð hon hildin til. Sýslumaðurin metir, at grindin er mett at vera einar 100-150 hvalir.
- Drápið gekk væl. Tað var eftir bókini. Tað er útgrunt í Miðvági, so menn noyðast at vassa nakað langt, men drápið tók 50 minuttir, sigur hann.
Les eisini: Stór grind í Miðvági
Nú skal grindin merkjast og sýslumaðurin sigur, at enn er støða ikki tikin til, nær seðlarnir koma út, og hvussu grindin verður skift.