100 ár síðani Jákup í Jákupsstovu var føddur

Í dag eru 100 ár síðani Jákup í Jákupsstovu var føddur. Hann hevði í 74 ár metið sum ynsgta fólk, sum var valt á Føroya Løgting.

 

Hann varð valdur á ting á løgtingsvalinum í 1945 fyri Javnaðarflokkin, tá hann var bara 23 ára gamal – og líka til seinasta løgtingsval í 2019, tá tann 22 ára gamli Beinir Johannesen úr Klaksvík varð valdur á ting fyri Fólkaflokkin, var Jákup í Jákupsstovu yngsti persónur, sum er valdur á Føroya Løgting.

Jákup í Jákupsstovu er úr politiska lívi sínum einabest kendur fyri leiklut sín í fólkaatkvøðuni um loysing tann 14. september í 1946, tá hann – mótvegis Javnaðarflokkinum – tók undir við loysingini og fyri tað varð koyrdur úr Javnaðarflokkinum. Hann stillaði tí ikki uppaftur fyri flokkin á løgtingsvalinum í 1946.

 

Hann var eisini ein teirra, sum var við til at stovna Tjóðveldisflokkin í 1948.

Jákup í Jákupsstovu var skrivari í Fiskimannafelagnum tey árini, Erlendur Patursson var formaður felagsins frá 1954 til 1971. Hann var eisini blaðstjóri á Fiskimannabalðnum frá 1954 til 1970.

 

Dóttirin Beinta í Jákupsstovu skrivar um pápan á Facebook í dag, at hann var ein av teimum, sum tóku stig til nýggjar stovnar, sum t. d. at fiskimonnum varð tryggjað minstuløn, og at byrjað varð at útrokna føroyskt prístal at fáa frægari grundarlag til lønarsamráðingar. Hann skipaði fyri, at bjargingarfeløg vórðu stovnað, og hann slóðaði fyri limaskapi í altjóða felagsskapum, t.d. at Fiskimannafelagið varð limur í ILO (International Labour Organization).

 

Hann var umbiðin til ymiskar nevndir, tí hegnið var gott at skriva frágreiðingar, gera roknskap og fundast. Frítíðin fór til at stovna nýggj og røkja gomul feløg sum Listafelagið, Fróðskaparfelagið og Varðan. Hann gjørdi ongan háva av egnum avrikum, og tað almenna eftirmælið er avmarkað til tað, sum stendur í søgubókum um fólkaatkvøðuna í 1946 og um stovnanina av Tjóðveldisflokkinum.

 

Hann var hugsjónarmaður, virkaði fyri javnaði og fólkastýri, var avgjørdur pasifistur – og ikki minst: fittasti pápi nakar kundi fáa!

Jákup í Jákupsstovu doyði 22. februar í 1976 einans 53 ára gamal.